apin. Tað gekk illa at koma úr hesum skugganum, men eftir einar tvær royndir, har tað miseydnaðist í síðstu løtu, so eydnaðist tað í fjør. Higartil í ár hevur tað skorist illa hjá B36, og tað er sjón fyri [...] gar tóktust ikki at seta álopspartin høgt, tí teir høvdu bara ein mann heilt frammi. Miðvøllurin arbeiddi nógv, men tað var fyri tað mesta í verjupartinum. Tað var heilt týðuligt, at teir á heimaliðnum [...] megnaðu ikki nóg væl at halda høvdið kalt, tá tíðin so spakuliga fór at ganga undan, og møðin fór at síggjast á fuglfirðingunum, sum høvdu ofrað seg so nógv. Í staðin fyri at halda fram við at spæla og toga verjuna
Tað man vera langt síðani, at fótbóltslagið hevur verið so gott í Leirvík, sum tað er nú. Teir vilja ikki kanna sær bitan áðrenn hann er svølgdur, og teir nokta púra avgjørdir at tosa um uppflyting, hóast [...] seinastu vikurnar. Men tað sigur seg sjálvt, at tað verður lagt til merkis, at FS Vágar, sum í fjør var í bestu deildini, tapir 5-1. Hetta sigur bæði nakað um, at LÍF hevði ein góðan dag, og at vágamenn sýndu [...] tveir stórar møguleikar at gera mál. Lagið var gott á áskoðarunum í góðveðrinum, men teir noyddust at bíða ein hálvan tíma, áðrenn hol kom á. So gekk skjótt, og tá teir fóru at hvíla seg var 3-0 og alt avgjørt
hósdagin, og um teir geva B68 játtandi svar til umbønina, so fer tað at hava við sær, at í framtíðini verða tað toftamenn sjálvir, sum fara at gera av, hvørjum vøllinum teirra heimadystir skulu spælast á. [...] ag, sigur, at teir hava sent umsóknina fyri at fáa formligu viðurskiftini í rættlag. ? Týsdagin í síðstu viku boðaðu vit VB frá, at vit ætlaðu at dysturin móti teimum sunnudagin skuldi vera á grasvøllinum [...] ? Tað besta fyri føroyskan fótbólt hevði verið, um allir dystirnir vórðu avgreiddir á grasi, men av góðum grundum ber tað ikki til. Vit hava ein altjóða góðkendan grasvøll, og vit halda, at tað er upplagt
munur á, hvat liðið orkaði betur. Tað, sum hevur eyðkent GÍ síðstu mongu árini, er, at teir ikki hava givið mótstøðuliðinum frið til at spæla sítt spæl. Sunnudagin var tað júst umvent. GÍ-ararnir fingu ikki [...] liðnum. GÍ harafturímóti tykist ikki at hava sama flogið yvir sær sum áður, og í dystinum sunnudagin var tað fleiri ferðir at teir bert stóðu sum statistar og hugdu at, meðan HB-ararnir broderaðu seg eftir [...] fýra reisir, og tað var í lagi. Tí einu ferðina átti kortið helst at havt ein annan myrkari lit, men Birgir stóð illa fyri til at síggja, hvat ið fór fram, so ístaðin átti linjuverjin at víst sín myndugleika
avgjørt at kunna halda seg í 2. deild, men trý stig fyri fýra dystir er í minna lagi. Royn hevur eitt gott lið, men fyri teir ræður um at hava allar spælarar tøkar. Hópurin er ikki so stórur, og tað merkist [...] Petersen eisini við. Men liðið er sum heild ungt og hevur tíðina fyri sær. Sandoyingar skulu helst ikki satsa so nógv uppá at flyta upp í ár, tí liðið er enn ov grønt til at kunna standa seg í 1. deild. [...] møguligum hevur Royn nú vunnið tríggjar dystir. Hesaferð gekk tað út yvir B71, ið ? sum tað sær út í løtuni ? ikki skal gera sær stórar vónir um at venda skjótt aftur til 1. deild, sum teir taptu í fjør. S
ikki at vera nakar trupulleiki). Hjá KÍ sær tað hinvegin rættiliga gott út, bæði á vøllinum og á stigatalvuni. Liðið er framvegis ósigrað í landskappingini, og teir hava gott fólk á øllum plássum. Gunnar [...] Jacobsen, at dugur er í honum. Zoran Mancic er meira miðvallari enn áleypari, men eisini hann kann brúkast heilt frammi. Og so er Olgar Danielsen jú altíð ein góður jokari at hava, fyri ikki at gloyma Heðin [...] men sum nú er eigur KÍ at fáa einki minni enn tað sama í ár. Spurningurin er so, um klaksvíkingar megna at spenna bein fyri HB, sum í ár hevur fingið reinar B36-tendensir og hóttir við at rýma frá øllum
in við. Sunnudagin brúkti løgreglan til at gera ferðmátingar. Úrslitið var at 11 bilførarar vóru tiknir fyri at koyra ov skjótt, men eingin teirra so skjótt at viðkomandi missir koyrikortið. Eldsbruni [...] sum var byrjaður í køkinum. Enn er ikki vist hvør orsøkin var. Innbrot í Fuglafirði Mánamorgunin fekk løgreglan fráboðan um fimm innbrot í Fuglafirði. Tað vísir seg at vera ein afturvendandi trupulleiki [...] Eldsbruni á Strondum Mánamorgunin fekk løgreglan fráboðan um at eldur var í einum bilverkstaðið á Strondum. Tað var so heppið, at sløkkiliðið á Skála hevði venjingar og tí vóru samlaðir. Teir komu skjótt á staðið
vikuskiftini, tí tað koma fleiri flogfør og nógv ferðafólk um dagin og tá eru vit til arbeiðis, sigur vakthavandi. Og tað er einki at ivast í, at tað er hugaligari at arbeiða við fróum ferðafólki enn við fullum [...] merkir ikki at løgreglan í Vágum trillar tumlar. Tað er stórt virksemi á flogvøllinum, sum sjálvandi er ein partur av virksøkinum hjá løgregluni har vesturi. ? Tað er altíð onkur til arbeiðis um vikuskiftini [...] ? Eg havi einki til tín, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Vágum. ? Tað hevur verið sera friðarligt her vesturi í longri tíð, og tað sær tíbetur út til at halda fram, sigur hann víðari. Men tað merkir
kemur at tað eru so stak góðir ferðamøguleikar í Norðurjútlandi. ? Hjá ferðafólkum, sum skulu til Keypmannahavnar er Hanstholm eisini betri. Tað tekur longri tíð at koyra, men av tí at Norrøna er fyrr í [...] Tá Norrøna stevnir inn á Havnarvág, so vita vit at føroyska summarið er byrjað. Og so kann tað regna sum tað vil. Siglingin hjá Norrønu er longd við tveimum vikum í ár. Einari í byrjanini og einari í endanum [...] góðs fyri Skipafelagið, tá tað var ov fult hjá teimum, men meðan Pasadena sigldi datt hetta biður fyri. Men tað er nakað sum bendir á, at hetta verður tikið uppaftur í ár. ? Tað fyriliggur ikki nøkur beinleiðis
hevur tað nógv at siga, at talan er um eina nýggja stjórn við einum nýggjum leiðara, sum tá ikki er so bundin at tí farna. Anfinn Kallsberg løgmaður hevur so fingið eitt nýtt mandat í og við, at tað nú er [...] útbjóðing, og at tað verður mett óheppið, at markið ikki er komið uppá pláss áðrenn tað. Men vit hava frá bretskari síðu onga áhuga í at brúka hetta til at trýsta føroyingar upp í ein krók. Vit meta, at báðir [...] - um so er, at ein ikki ynskir at fara til dómstólin við málinum. Eingin vil til Haag -Eg kann ikki ímynda mær, at hvørki føroyingar ella danir vilja fara til dómstólin við hesum málinum. Tað er í hvussu