Í dag vitjar fyrrverandi heimsmeistarin og ein av mætastu telvarunum í nýggjari tíð, GM Veselin Topalov, í Føroyum. Nú klokkan 15 fór hann at telva tvey snartalv ímóti IM Helga Dam Ziska í hølum Havnar [...] sigur Talvsambandið. Topalov, føddur 1975, gjørdist heimsmeistari í 2005, eftir at hava kveistrað alla mótstøðu til viks í HM-kappingini í San Luis. Hann fekk 10 stig av 14 møguligum, hálvtannað stig framman [...] seint sum í mei 2010 ljóðaði styrkitalið á heili 2812. Í løtuni stendur hann við 2752 ratingstigum. Við á ferðini til Føroyar er eisini Silvio Danilov, umboðsmaður hjá Topalov og núverandi forseti í ECU -
upprunafólki í Rattanakiri-økinum norðarlaga í Kambodja. Talan er um arbeiði í sjey bygdum í Poy kommunu, har áleið 3.700 fólk búgva. Sambært hesi avtaluni skuldi Reyðikrossur senda eitt umboð úr Føroyum at luttaka [...] stuðlað eini trý ára heilsuverkætlan í Kambodja. Nú er tíð at eftirmeta hana. Verkætlanin fór av bakkastokki í 2009 og verður liðug í hesum mánaðinum, stendur at lesa í ársfrágreiðingini um altjóða menni [...] luttaka í verkætlanini sum ráðgevi. Annika Hoydal, ljósmóðir, hevur í hesum sambandi verið send út sum ráðgevi í 2009 og 2010 at fylgja gongdini og at veita ráðgeving í sambandi við átøkini. Eitt av hø
hevur sungið til nógvar ymiskar framførslur bæði í Føroyum, Danmark og aðrastaðni. Hann er sangari í Kongaligu operuni í Keypmannhavn og hann syngur í bólkinum Det syngende selskab, sum syngur opera ymsastaðni [...] konsertrøð. Ta einu ferðina var í Vesturkirkjuni í Havn. Eina ferð hevur hann enntá spælt allan henda urgutónleikin í einum, altso spældi hann 22,5 tímar út í eitt. Teir báðir fara at framføra eina fjølbroytta [...] Christians kirkjuna í Keypmannhavn og hevur stovnað, og er leiðari, hjá Københavns Festivalorkeste. Hann hevur heili fýra ferð framt tað bragd, at framføra allan urgutónleikin hjá J. S. Bach í somu konsertrøð
Í summar fer Melissa Horn á konsertferð og at syngja á ymiskum festivalum í fleiri norðurlondum, men longu í mars fáa vit í Føroyum høvi at hoyra kenda svenska sangfuglin. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum [...] munn av munni. Tá ið hennara fyrsta fløga Långa nätter" kom út í 2008 vóru nógv, ið kendu seg aftur í beinraktu tekstunum og løgunum. Í heyst kom hennara triðja fløga Innan jag kände dig út og reyk [...] 30 og atgongumerkini eru longu til sølu. Melissa Horn kom sær fram í øllum stillum, næstan heilt uttan sølufremjandi átøkum og umrøðu í fjølmiðlum Men fjepparaskarin vaks spakuliga, men støðugt og spakuliga
verið viðgjørd alment í Føroyum. Talan er sostatt um tríggjar slóðbrótandi fyrilestrar. Turid Sigurdardóttir, professari í bókmentum, fer fyrst at tosa um samkynd og samkyndleika í føroyskari bókmentasøgu [...] - Tøgn og tala um samkynd í føroyskum bókmentum. Hon fer m.a. at leggja dent á Ánaniasartátt, sum er skrivaður í 18. øld og tann søguliga samanhangin tátturin er skrivaður í. Kinna Poulsen fer síðani [...] slagnum - Um samkyndleika í føroyskari myndlist. Hetta er ein viðgerð av myndlistini hjá føroyskum samkyndum og av samkyndleika annars í føroyskari list. Amerikanski doktarin í mannfrøði, Dr. Mariah Schug
ráð: - Í fyrsta umfari eigur landsstýrið at eftirkanna sjónarmiðið hjá Peter Ørebech, proffessara á Universitetinum í Tromsø, í Degi og viku í gjár. Hann førdi fram, at Noreg fremur brot á grein 56 í ST- [...] ES skal ikki seta revsitiltøk í verk móti Føroyum. Hetta er støðan hjá øllum andstøðuflokkunum í Fólkatinginum, Vinstra, Konservativa Fólkaflokkinum, Liberalu Alliansuni og Danska Fólkaflokkinum. Hesir [...] eftir makreli í føroyskum sjógvi. Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur havt samband við allar andstøðuflokkarnar í Fólkatinginum. - Tað er at fegnast um, at flokkarnir halda saman í hesum máli, ið
Vindmyllan fremst á myndini misti bæði nav og bløð í nógva vindinum í gjárkvøldið. Ein av vindmyllunum hjá SEV í Neshaga misti bæði nav og bløð í nógva vindinum í gjárkvøldið. Talan var um ta norðastu av teimum [...] Skadda myllan fekk eisini skaða í ódnarveðrinum á jólum og hevur staðið still síðani. Menn frá Vestas vóru í Føroyum í síðstu viku og tryggjaðu mylluna so væl sum teir kundu í fyrsta umfari. Teir skuldu koma [...] sjey-tíðina í gjárkvøldið. Ein rennari, ið kom framvið, sá, at okkurt løgið var áfatt. Boð vórðu send eftir Skálafjarðar Sløkkiliði, men tá sløkkiliðið kom á staðið, lá alt navið og bløðini í spønum á vøllinum
Í hesum døgum er góður møguleiki at finna jólagávuna í Gomul Jól í Heiðunum í Saltangará. Tað er Runavíkar kommuna, ið stendur fyri hugnaliga tiltakinum, sum verður hildið í Gamla Handli í Heiðunum í [...] gjørdar í Kenya ella í Føroyum. - Allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til hjálpararbeiði hjá NLAI, sum arbeiðir millum heimleys børn í Kenya. Kunningarstovan hjá Runavíkar kommunu sigur í tíðindaskrivi [...] (NLAI), eru á vitjan í Heiðunum til og við hin 13. desember. Teir standa fyri ymiskum spennandi tónleikatiltøkum, kaffi- og vaflusøluni á Neystaloftinum og jólasøluni í Gamla Handli. Í handlinum eru nógvar
gera. Mitt í kanningararbeiðnum av einum burturblivnum líki, er nú eitt annað lík funnið. Hesa ferð miðskeiðis í Havnini, beint við Løgtingið..." Tað skrivar danska blaðið BT fyri løtu síðan. Í samrøðu við [...] funnin deyður á Tinghúsvøllinum í kvøld, hevði ein knív í bringuni. - Hetta snýr seg um ein 49 ára gamlan føroying. Vit funnu hann við einum knívi sitandi miðskeiðis í bringuni, sigur Bergleif Brimvík [...] ein rættarlækni og tveir kriminalteknikarar úr Danmark koma til Føroyar í morgin at gera kanningina saman við løgregluni í Føroyum. Portalurin royndi at fáa løgregluna at vátta tíðindini, men tað eydnaðist
veiðivirðið í 2010, slakar 16 miljónir krónur. Kambur er besti línubátur í Føroyum í ár. Skipari og manning hava fiskað tilsamans 1350 tons, sum eru seld fyri slakar 16 miljónir krónur. Árið í fjør var eitt [...] er eisini ein av eigarunum í felagnum, sum eigur Kamb. Næst besti línubátur í ár er Stapin, sum er heimahoyrandi á Toftum. Stapin hevur fiskað fyri slakar 14 miljónir krónur í ár, og skipari er Jákup E [...] Kristmund Johannesen, sum hevur skrivstovu í bygninginum hjá Frostgoysluni á havnalagnum hjá Runavíkar havn. Mortan Mortensen førdi fyrstu ferð línuskip, tá hann í 1988 var 27 ára gamal. Hann er ein sera