Hesi seinastu árini hevur Reyði Krossur Føroyar stuðlað eini trý ára heilsuverkætlan í Kambodja. Nú er tíð at eftirmeta hana.
Verkætlanin fór av bakkastokki í 2009 og verður liðug í hesum mánaðinum, stendur at lesa í ársfrágreiðingini um altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp hjá Løgmansskrivstovuni.
Endamálið við verkætlanini er at betra um heilsustøðuna hjá upprunafólki í Rattanakiri-økinum norðarlaga í Kambodja. Talan er um arbeiði í sjey bygdum í Poy kommunu, har áleið 3.700 fólk búgva.
Sambært hesi avtaluni skuldi Reyðikrossur senda eitt umboð úr Føroyum at luttaka í verkætlanini sum ráðgevi. Annika Hoydal, ljósmóðir, hevur í hesum sambandi verið send út sum ráðgevi í 2009 og 2010 at fylgja gongdini og at veita ráðgeving í sambandi við átøkini.
Eitt av høvuðsendamálunum í verkætlanini er at geva bygdafólkinum atgongd til reint drekkivatn og at bøta um kloakkviðurskiftini í bygdunum.
Staðfestast kann, at verkætlanin hevur í høvuðsheitum gingið sum ætlað, og sambært bygdafólkinum er teirra lív vorðið nógv lættari, nú tey hava atgongd til vatn nærhendis heimi sínum. Harumframt er útbreiðslan av diarré minkað munandi.
- Endaligu frágreiðingarnar og eftirmetingarnar verða gjørdar í summar, stendur at lesa í frágreiðingini.
(savnsmynd)