Knívur sat í bringuni

"Føroyska løgreglan hevur úr at gera. Mitt í kanningararbeiðnum av einum burturblivnum líki, er nú eitt annað lík funnið. Hesa ferð miðskeiðis í Havnini, beint við Løgtingið..."

Tað skrivar danska blaðið BT fyri løtu síðan.

Í samrøðu við blaðið váttar leiðarin á kriminaldeildini hjá løgregluni, Bergleif Brimvík, at maðurin, sum er funnin deyður á Tinghúsvøllinum í kvøld, hevði ein knív í bringuni.

- Hetta snýr seg um ein 49 ára gamlan føroying. Vit funnu hann við einum knívi sitandi miðskeiðis í bringuni, sigur Bergleif Brimvík við BT.

Maðurin var farin frá húsum stutt, áðrenn hann var funnin deyður, men løgreglan veit enn ikki, um talan er um brotsverk - ella, um maðurin sjálvur hevur gjørt enda á sær.

- Í morgin verður líksýn, og tá vita vit meiri, sigur Bergleif Brimvík við BT.

Við Portalin fyrr í kvøld segði leiðarin fyri kriminaldeildini hjá løgregluni, at ein rættarlækni og tveir kriminalteknikarar úr Danmark koma til Føroyar í morgin at gera kanningina saman við løgregluni í Føroyum.

Portalurin royndi at fáa løgregluna at vátta tíðindini, men tað eydnaðist ikki. Tað er bara Bergleif Brimvík, sum kundi siga nakað um málið, og honum fekst ikki fatur á.