Jólahugni byrjaður í Heiðunum

Í hesum døgum er góður møguleiki at finna jólagávuna í Gomul Jól í Heiðunum í Saltangará. Tað er Runavíkar kommuna, ið stendur fyri hugnaliga tiltakinum, sum verður hildið í Gamla Handli í Heiðunum í Saltangará og á Neystaloftinum á sama øki.

Limir úr Næstin, sum er ein stuðulsbólkur hjá hjálparfelagsskapinum New Life International (NLAI), eru á vitjan í Heiðunum til og við hin 13. desember. Teir standa fyri ymiskum spennandi tónleikatiltøkum, kaffi- og vaflusøluni á Neystaloftinum og jólasøluni í Gamla Handli.

Í handlinum eru nógvar spennandi vørur, eitt nú klædnapløgg, taskur, heimagjørd bomm, jólaprýði, myndir og prýðislutir. Prýðislutirnir fevna millum annað um vøkur og sjáldsom armbond og hálsketur gjørdar av súkkluslangum og pappíri. Allar vørur eru gjørdar í Kenya ella í Føroyum.

- Allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til hjálpararbeiði hjá NLAI, sum arbeiðir millum heimleys børn í Kenya.

Kunningarstovan hjá Runavíkar kommunu sigur í tíðindaskrivi, at jólahugnin í Heiðunum heldur fram í døgunum 14.-21. desember við jólasølu við nógvum heimagjørdum vørum, eins og spennandi tiltøkum sum eitt nú vitjan av jólaskipi og-teknikapping.

Skrá fyri Gomul Jól í Heiðunum kann síggjast á www.runavik.fo