ES skal ikki seta revsitiltøk í verk móti Føroyum.
Hetta er støðan hjá øllum andstøðuflokkunum í Fólkatinginum, Vinstra, Konservativa Fólkaflokkinum, Liberalu Alliansuni og Danska Fólkaflokkinum.
Hesir flokkar hava nú tikið støðu til ósemjuna millum Føroyar og ES um veiðina eftir makreli í føroyskum sjógvi.
Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur havt samband við allar andstøðuflokkarnar í Fólkatinginum.
- Tað er at fegnast um, at flokkarnir halda saman í hesum máli, ið hevur so stóran prinsipiellan og búskaparligan týdning fyri Føroyar, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.
Um 11 dagar verður nýggjur samráðingarfundur millum Føroyar og ES um makrelveiðuna fyri 2012, og henda stutta tíðin má brúkast effektivt, sigur Edmund Joensen, sum gevur landsstýrinum fylgjandi ráð:
- Í fyrsta umfari eigur landsstýrið at eftirkanna sjónarmiðið hjá Peter Ørebech, proffessara á Universitetinum í Tromsø, í Degi og viku í gjár. Hann førdi fram, at Noreg fremur brot á grein 56 í ST-havrættarsáttmálanum. Hevur proffessarin rætt, eigur hetta fáa avleiðingar.
- Í øðrum umfari má Javnaðarflokkurin nú til arbeiðis við síni avgerandi atkvøðu í Fólkatinginum, so sosialdemokratiska stjórnin veruliga skilir álvaran fyri Føroyar í makrelmálinum.
Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingslimur, í skrivi til fjølmiðlarnar.