Svenskur sangfuglur í Norðurlandahúsinum

Í summar fer Melissa Horn á konsertferð og at syngja á ymiskum festivalum í fleiri norðurlondum, men longu í mars fáa vit í Føroyum høvi at hoyra kenda svenska sangfuglin.

Konsertin verður í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 9. mars klokkan 19.30 og atgongumerkini eru longu til sølu.

Melissa Horn kom sær fram í øllum stillum, næstan heilt uttan sølufremjandi átøkum og umrøðu í fjølmiðlum

Men fjepparaskarin vaks spakuliga, men støðugt og spakuliga og tíðindini um hennara persónligu sangir ferðaðust munn av munni.

Tá ið hennara fyrsta fløga “Långa nätter" kom út í 2008 vóru nógv, ið kendu seg aftur í beinraktu tekstunum og løgunum.

Í heyst kom hennara triðja fløga “Innan jag kände dig” út og reyk beint á 1. plássið

á svenska topplistanum.

Eisini her heima hava løg úr hesi fløguni verið at hoyrt í útvarpsrásunum. Eftir fløguútgávuna hevur Melissa verið á konsertferð við fleiri enn 40 útseldum konsertum í Norðurlondum.

Høvuðsorsøkin til góðu móttøkuna er uttan iva hennara evnir at orða tankar og kenslur, einfalt, men við dýbt og innlivilsi har lurtarin verður bjóðaður innar og kennir seg aftur. Á palli er hennara sjarmerandi og karismatiski framburður við til at skapa ein góðan stemmning á konsertunum, sigur Norðurlandahúsið.