Hóskvøldið 20. september kl. 18.30 verður kunningarkvøld um joga í Miðlahúsinum í Havn. Á tiltakinum, sum er alment og ókeypis, fer altjóða viðurkendi leiðarin fyri Skandinavisk Yoga og Meditatiónsskúla [...] religiøst er í tiltøkunum, og at alt gongur virðiliga og friðarliga fyri seg. Vikuskiftisskeið á Velbastað Sum sagt verður eisini skipað fyri vikuskiftisskeiði í joga. Skeiðið er bæði ætlað óroyndum og royndum [...] Janakananda, sum verður róptur meistari í hesum samanhangi. - Skeiðið er bygt soleiðis upp, at vit leggja fyri við kropsligu venjingunum, og síðani fara vit víðari við fínari teknikkum. Vit byggja alla tíðina
Høvi var at skoða karmarnar og fólk tóktust samd um, at her vóru góðir karmar fyri framtíðar skúlagongd, men eisini fyri eittnú tiltøkum av ymsum slag, bæði mentanarligum, vinnuligum og øðrum slag. Tvøroyrar [...] síðani sjeytiárini hevur verið í Suðuroynni, fyrst á Tvøroyri, síðani eisini í Vági. Tá vóru yvir 20 kilometrar millum skúlastovurnar, legði hann skemtandi afturat. Seinni hevur skúlin so húsast í Vági [...] trongar umstøður, men nýggi og stásiligi bygningurin ber boð um aðrar tíðir. Fyrst varð grivið út fyri skálanum í Vági, síðani í Hovi, og tó at hann liggur beint omanfyri Hovsbygd, so stendur hann sunnanfyri
at hoyra á almennum fundi, sum Føroya MC skipar fyri sunnudagin. Upprunaliga er hann úr Norðagøtu, men flutti sum seks ára gamal til Danmarkar. Áhugin fyri motorítrótti kom, tá hann sum tíggju ára gamal [...] nummar tvey 20 minuttir seinni. Tveir teir seinastu umgangirnar yvirhálaði eg átta aðrar. Um hetta mundið fór hvør tann einasti dagur við konditións- og styrkivenjing. Hetta gjørdist ov nógv fyri hann, og [...] tykist sum ein ungur aldur til at fáast við motorsúkklur, byrja summi longu sum tvey ára gomul. Áhugin fyri hesari ítrótt vaks so við og við, men sum 16 ára gamal gavst hann. Harða og nógva venjingin fór við
ynskir tað besta fyri fyritøkuna. Farleiðin hevur stóran búskaparligan og trivnaðarligan týdning og hartil er talan um eini tvey hundrað arbeiðspláss. Vit halda tí framvegis, at meira talaði fyri at bjarga Smyril [...] keypti Smyril til endamálið. Í 1983 byrjaði so Smyril Line hesa sigling við m.ø. Føroya Landstýri sum 20% partaeigara. Tungt gekst at byrja við m.a. vegna Korsør Kiel vetrarsiglingina, sum miseydnaðist, og [...] , at tað almenna eigur og rekur ferðasamband millum lond. Mong eru statsflogfeløgini kring heimin fyri at taka eitt dømi. Í Danmark hevur tað almenna í mong ár rikið ferjusigling millum Danmark og Svøríki
tá væl koyrandi StÍF kom á vitjan. Men kollfirðingarnir vístu tó alt fyri eitt, at teir avgjørt ikki ætlaðu at geva sigurin burtur fyri einki. Tvørtur ímóti vóru tað vertirnir, sum høvdu munin fyrstu longu [...] Serstakliga hevði StÍF ilt við at halda stórspælandi Damir Oros og Dean Jankovic, og var tað ikki fyri Marian Cirloganescu í málinum, kundi væl staðið illa til hjá StÍF. Ístaðin togaðu teir seg trý mál [...] gera um seg. Oros var als ikki til at steðga hesa løtuna, og av seinastu seks KÍF-málunum stóð hann fyri teimum fimm. Heilt stóra punktumið kundi hann seta, tá KÍF í seinasta minuttinum fekk brotskast. Men
skuldi vera liðug til skúlaársbyrjan, verður ikki liðug fyrr í næsta mánað. Føroya Sjómanskúli stendur fyri eini útbygging upp á eina 24 milliónir krónur. Bæði skúlastovur og serhøli verða bygd upp í skúlan [...] Føroya Sjómansskúla, sigur, at vígslan av hesum nýggju hølunum er útsett og er nú sett at verða tann 20. oktober. Millum nýggju tólini, sum Sjómansskúlin nú fær, er ein radarsimulator. Hann er norskur, og [...] Dahl. Eisini á brúnni verða nýggja tól sett upp, sigur virkandi sjómansskúlastjórin. Tey verða keypt fyri millum annað tann kenda kekkin, Maersk McKinney Møller hevði í lummanum, tá hann vitjaði skúlan herfyri
ein rættiliga góð streymloysa og tí hevur Stuðulsfelagið fyri skúlaskipið S/S Dragin avgjørt at skipa fyri tí árligu fiskikappingini, sum er fyri allar Norðoyggjar. So er bert at vóna, at veðrið verður [...] Norðdepli fæst luttøkuskjalið við Frostvirkið og á Viðareiði fæst tað niðri á Eiðsvík. Luttøkugjaldið er 20 kr. pr. mann. Ikki loyvt at fara einsamallur: Av trygdarorsøkum er ikki loyvt at fara einsamallur, [...] 11: Til fiskikappingardansin í ár spælir Country-bólkurin úr Klaksvík, sum er kendur um alt landið fyri sín frálíka tónleik. Peningurin frá fiskikappingini og dansinum fer óskerdur til S/S Dragin, sum verður
Runavík letur upp 31. juli. Har verður pláss fyri 94 børnum í fýra barnagarðsstovum og tveimum vøggustovum. Hetta hevur við sær, at ongin bíðilisti er fyri at fáa ansingarpláss í triðstørstu kommunu í [...] verður innar í barnagarðin sæst beinanvegin, at heldur trongligt er inni, og slitið eftir meira enn 20 ár á sama staði er týðuligt. Børnini eru blíð og fleiri eisini ósmæðin. Uttanfyri eru tað mánabilarnir [...] Kongshavnar Barnagarður og Vøggustova í nýggj høli úti við Toftavatn í Runavík. Hetta eru tey øll glað fyri, tí har úti koma tey at húsast undir rúmligari og betri umstøðum. Barnagarðurin á eystara armi á
Tað hevur ikki verið at undrast á, tí landsliðsmaðurin valdi at fara út um landoddarnar at spæla fyri at royna, hvussu langt hann kundi koma sum fótbóltsspælari. Og hann hevur verið væl vitandi um, at [...] framhaldandi fór at hita beinkin hjá Sogndal. Sunnukvøldið slapp Hans Fróði Hansen, sum síðani hann kom fyri seg eftir triðja óstbeinabrotið bara hevur spælt við næstfremsta liðnum í Sogndal, framat aftur. Sjálvandi [...] taka seg úr dystinum, tí hann var skaddur. Í norsku bløðunum fær Hans Fróði Hansen hampuligt skoðsmál fyri sítt avrik. Longu í gjárkvøldið skuldi Sogndal spæla aftur, og í blaðnum í morgin fara vit at frætta
suðuroy, sum í dimmalætting 7-6-2000 í einari ósakligari grein, sum sigur alt um, hvat maðurin stendur fyri,gevur andstøðuni og sakleysum persónum í umsitingini á SL alla ábyrgdina av tí vánaligu samferðslu [...] HN er hóast alt partur av verandi samgongu, men kemur bert við undanførslum, um hví hann einki ger fyri tað valdømi, hann er valdur í. Harafturat er HN nokk tann einasti suðringur sum trýr uppá landsst [...] 4-5 tímar um at koma til miðstaðarøkið. Er tað hatta samgongan kann bjóða suðringum, so sær illa út fyri okkum,sum búgva í Suðuroy. At eitt nýtt skip til suðuroyarsiglingina skal til, er ikki tí HN ella