Hondbóltur
Eftir eina byrjan, sum beyð liðnum upp á seks tap á rað, er KÍF nú um at vakna. Seinasta vikuskiftið stríddu kollfirðingarnir seg til sigurs móti Kyndli, og eftir øllum at døma var tað júst hetta, sum spælarunum tørvaðu. Kenslan av, at tað kann bera til at vinna.
Misnýttu brotskast
Sunnudagin hevði liðið sera trupla uppgávu, tá væl koyrandi StÍF kom á vitjan. Men kollfirðingarnir vístu tó alt fyri eitt, at teir avgjørt ikki ætlaðu at geva sigurin burtur fyri einki.
Tvørtur ímóti vóru tað vertirnir, sum høvdu munin fyrstu longu løtuna av dystinum. Serstakliga hevði StÍF ilt við at halda stórspælandi Damir Oros og Dean Jankovic, og var tað ikki fyri Marian Cirloganescu í málinum, kundi væl staðið illa til hjá StÍF. Ístaðin togaðu teir seg trý mál framum beint undan steðginum, og tó at KÍF minkaði hetta í eitt mál, so vóru tekin kanska um, at oddaliðið skuldi eiga munin.
Soleiðis varð tó ikki. Fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin hildu gestirnir fast, men so fór KÍF aftur at gera um seg. Oros var als ikki til at steðga hesa løtuna, og av seinastu seks KÍF-málunum stóð hann fyri teimum fimm. Heilt stóra punktumið kundi hann seta, tá KÍF í seinasta minuttinum fekk brotskast. Men sum ikki einaferð, so prógvaði Marian Cirloganesu, at hann væl kann verða gull verdur hjá strandingunum. Tað gav eisini gestunum høvi til eina seinastu álopsroynd, men meira enn eitt forkølað skot gjørdist talan tó ikki um.
Eru fremstir
Við javnleikinum tók StÍF seg upp á oddasessin, har teir hava betri málmun enn Neistin. Men úrslitið prógvar eisini, at tað neyvan finnast nakrar lættar uppgávur í ársins útgávu av Atlantic Airways-kappingini.
Kollfirðingar tykjast í øllum førum vera komnir á røttu kósina, og so er spurningurin, um teir kunnu stríða seg nærri oddinum komandi vikurnar.
Fakta um dystin
KÍF-StÍF 27-27 (14-15)
10 min: 4-4
20 min: 9-8
40 min: 17-18
50 min: 23-23
Málskjúttar
KÍF: Damir Oros 10(3), Dean Jankovic 6, Gert Hansen 4, Niklas Reginsson 2, Eddie Joensen 2, Mirko Milenkovic 1, Rógvi Weihe 1, Ingi Johannesen 1
StÍF: David Edvardsen 7(2), Sveinur Justinussen 5(1), Leivur Justinussen 4, Bárður Danielsen 3, Danni Stryher 2, Andre F. Danielsen 2, Jón Rasmussen 1, Bent Djurhuus 1, Rúni Niclasen 1, Borgar Danielsen 1
Brotskøst: KÍF 4, StÍF 4
Útvísingar: StÍF 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen