Saltangará: Veðrið á Skálafjørðinum er heilt gott henda morgunin Sosialurin er farin at vitja Kongshavnar Barnagarð og Vøggustovu. Uttanfyri á spæliplássinum spæla nøkur og børn, meðan hini sita inni í stovuni og hyggja í nakrar bøkur og spæla við leikutoyið har.
Tá komið verður innar í barnagarðin sæst beinanvegin, at heldur trongligt er inni, og slitið eftir meira enn 20 ár á sama staði er týðuligt.
Børnini eru blíð og fleiri eisini ósmæðin. Uttanfyri eru tað mánabilarnir, sum eru væl umtóktir, men eisini súkklurnar eru nógv umbidnar.
Sebastian, Sølvi og Bjarki sita allir tríggir á einari súkklu. Tað tykist ikki at gera mun, at teir eru tríggir, og tað sær út til at teir einast tvæl.
Um ein lítlan mánað flytir Kongshavnar Barnagarður og Vøggustova í nýggj høli úti við Toftavatn í Runavík. Hetta eru tey øll glað fyri, tí har úti koma tey at húsast undir rúmligari og betri umstøðum. Barnagarðurin á eystara armi á Skálafjørðinum er tann elsti í oynni, og hevur hann húsast í kjallaranum á posthúsinum alla sína tíð.
Súkklurnar við
Hjalmar, sum er fýra ár spælir við Ólav og Inga úti í gongini. Teir hugna sær óført, og teir siga allir, at teir tíma væl í tann nýggja barnagarðin. Ingi sleppur tó ikki við, tí hann skal í skúla aftaná summarfrítíðina.
54 børn ganga sum er nú í barnagarði og vøggustovu í Saltangará. 18 av teimum skulu í skúla aftaná summarfrítíðina, og tað er rættiliga fitt.
? Súkklurnar skulu við í tann nýggja barnagarðin, sum er nógv betri. Har kann man spæla við sand, sigur Sebastian, sum síðani peikar úteftir, fyri at vísa okkum, hvar tann nýggi barnagarðurin er.
? Hann er í Rituvík, leggur Karin Jóhanna stolt afturat. Hon er trý ára gomul.
? Tá eg verði lítil, so skal eg hava prikkar í oyruni, sigur hon, meðan hon tekur í aðra oyralippuna.
Børnini tíma ikki so væl at práta. Tey vilja heldur spæla, og koyra óført aftur og fram við súkklunum. Nøkur reiggja, meðan uppaftur onnur spæla í spælihúsinum sum stendur í einum króki í garðinum.
Barnagarðurin úti í Runavík letur upp 31. juli. Har verður pláss fyri 94 børnum í fýra barnagarðsstovum og tveimum vøggustovum. Hetta hevur við sær, at ongin bíðilisti er fyri at fáa ansingarpláss í triðstørstu kommunu í landinum.
Tað tykist ikki, sum børnini geva sær stórt far um, at tey skulu flyta í nýggj høli um stutta tíð. Men tá tey verða spurd, so siga tey, at tey gleða seg. Tað verður uttan iva undir nógv betri umstøðum, at barnagarðurin í Runavíkar kommunu kemur at húsast tey nógvu árini framyvir.