Kundi blivið professionellur

Kenneth Danielsen koyrir motorcross á semi-professionellum støði í Danmark. Hann byrjaði at koyra sum 10 ára gamal, og væntar at hann hevði møguliga verið við í Evropameistaraskapinum, hevði hann veruliga viljað tá á stóð

- Hevði eg veruliga viljað, so hevði eg nokk kunnað koyrt evropameistaraskap í dag. Venjingin fór við nógvari tíð, tá eg stóð meg best, men eg vildi ikki ofra alla mína tíð uppá tað, sigur 24 ára gamli Kenneth Danielsen, sum verður at hoyra á almennum fundi, sum Føroya MC skipar fyri sunnudagin.

Upprunaliga er hann úr Norðagøtu, men flutti sum seks ára gamal til Danmarkar. Áhugin fyri motorítrótti kom, tá hann sum tíggju ára gamal, hitti ein vinmann í frítíðarskúlanum, sum koyrdi.

- Eg koyrdi nógv á súkklu sum lítil, so tað er ikki so undarligt, at eg beinavegin fekk áhuga, tá eg royndi at koyra við motori, greiðir hann frá.

Hóast 10 ár tykist sum ein ungur aldur til at fáast við motorsúkklur, byrja summi longu sum tvey ára gomul. Áhugin fyri hesari ítrótt vaks so við og við, men sum 16 ára gamal gavst hann. Harða og nógva venjingin fór við ov nógvari tíð, so hann valdi frítíð og vinir framum.

- Tvey ár seinni innsá eg at tað var mítt stórsta mistak, sigur hann syrgin. Av fíggjarligum áðum mátti hann bíða til hann var 22 ár við at byrja aftur.


Semi-professionellur

Í dag koyrir hann á semi-professionellum støði og stendur seg væl. Hann hevur vónir um at koma við til Danmarksmeistaraskapið. Tá hann byrjaði aftur, mátti hann niður á byrjunarstøði aftur, úr bólki A niður í C, men uttan trupulleikar er hann longu komin upp í B, sum kallast 250-500 kubikk.

Vónirnar um at sleppa í kappingar uttanlands hevur hann slept. Hann metir seg vera ov gamlan til tað nú. Teir bestu koyrararnir eru heilt ungir og venja miðvíst. Sjálvur nýtir hann 15 tímar um vikuna uppá ítróttina. Hetta umfatar koyring og viðlíkahald av útgerðini.


Besta upplivingin

Spurdur um hvør tann besta upplivingin hann hevur havt í samband við kappkoyring, ivaðist hann ikki í at greiða frá Sjællands meistaraskapinum.

- Eg datt í fyrstu sneiðingini, og fall aftur á eitt 26. pláss, men endaði sum nummar tvey 20 minuttir seinni. Tveir teir seinastu umgangirnar yvirhálaði eg átta aðrar.

Um hetta mundið fór hvør tann einasti dagur við konditións- og styrkivenjing. Hetta gjørdist ov nógv fyri hann, og tað var tá hann gavst. Hann var 16 ár og lá til at vinna meistaraskapið, ið hevði tvær av fimm koyringum eftir.

Hann metir, at hevði hann hildið á við somu ferð, so hevði hann uttan iva kunnað koyrt á einum altjóða støði í dag. Kanska luttikið í Evropameistaraskapinum.