Hvør fjøl á flot leygardagin

Um viðrar, verður árliga fiskikappingin í Norðoyggjum leygardagin 19. september

Komandi vikuskifti verður ein hampiliga góð streymloysa, og tí skipar stuðulsfelagið »Dragin« saman við Lions Club í Klaksvík fyri fiskikapping komandi leygardag. Tað eru í ár 30 ár síðani skipað varð fyri tí fyrstu fiskikappingini í Klaksvík, tó hava verið nøkur ár, har ongin fiskikapping hevur verið.


Vinnararnir í fjør

Í fjør vóru tað feðgarnir Jákup Frederiksen og Niclas Heri Jákupsson, ið vunnu fiskikappingina. Næstur teimum vóru brøðurnir Oddur og Hans Eliesar Fjalsbak, og á triðja plássi var Otto Joensen saman við abbasoninum Oddi Petersen. Tann størsta fiskin fekk Malvinus Hansen, tað var ein toskur, sum vigaði 8,35 kg.


Luttøkutreytir

Allir bátar, sum fara av vánni í Klaksvík, skulu leggja at borði hjá »Draganum« fyri at fáa luttøkuskjal. Luttakarar á Borðoyavík og Árnafirði fáa eisini luttøkuskjal umborð á »Draganum«. Í Hvannasundi og Norðdepli fæst luttøkuskjalið við Frostvirkið, og á Viðareiði fæst tað niðri á Eiðsvík. Luttøkugjaldið er 20 kr. pr. mann.


Ikki loyvt at fara einsamallur

Av trygdarorsøkum er ikki loyvt at fara einsamallur, og tað skulu minst vera tveir mans við hvørjum báti. Bátarnir kunnu fara frá landi kl. 8, og tað er bert loyvt at nýta snøri ella snellu sum veiðureiðskap. Tað er ikki loyvt at fiska við aliringarnar. Allir bátar skulu vera aftur á landi í seinasta lagi kl. 17.


Fiskauppboðssøla

kl. 17

- har fólk kunnu keypa sær at kóka. Fiskurin verður lagdur upp og vigaður við bátabrúgvarnar við Nólsoyar Pálls gøtu. Kl. 17 byrjar uppboðssølan á parkeringsplássinum við bátabrúgvarnar, so har verður góður møguleiki hjá øllum norðoyingum at keypa sær nakrar greipur av smáfiski til at hanga upp.

Har verður kaffi og køkur at fáa og eisini góðgæti til børnini.


Besti báturin fær silvurtoskin

Tann bátur, sum hevur størstu veiðu pr. mann verður vinnari og fær silvurtoskin. Manningarnar á trimum teimum bestu bátunum fáa steyp til ognar. Eisini verður latið steyp til tann, sum hevur fingið tann størsta fiskin.

Steypini til fiskikappingina hevur Norðoya Sparikassi givið, og silvurtoskurin - sum er eitt ferðasteyp - hevur Anthonius Olsen givið.


Góður stemningur og stuttligt at vera við

Tá tað kemur til fiskarí, so hava føroyingar altíð dáma væl at kappast. Sjálvt um fleiri vita, at teir neyvan gerast vinnarar, so eru tað fleiri mans, sum hvørt ár eru við einamest fyri at stuðla tiltakinum, men tað er eisini tað nógva prátið og góði stemningurin, sum ger, at tað er stuttligt at luttaka í fiskikappingini. Tí vóna fyrireikararnir, at enn fleiri bátar fara at luttaka í ár, tí bert á vánni í Klaksvík eru kanska umleið 100 opnir bátar, har tað ofta er langt ímillum túrarnar hjá mongum.


Fiskikappingardansur

í Skálanum kl. 11. Sum vanligt verður gamlamannadansur í »Skálanum« um kvøldið við góðum, gomlum dansitónleiki. Tá verða eisini seldir lutaseðlar, har møguleiki er at vinna sær eitt veðurlamb til heystar.

Peningurin, sum kemur inn við fiskikappingini og dansinum fer óskerdur til S/S Dragin, sum verður umbygdur til skúlaskip.