hvussu hendan samvinnan kom í lag. Tessvegna fylgjandi frágreiðing, sum hevur verið frammi fyrr. Farin undir musikklæraraútbúgving á konservatoriinum í Keypmannahavn ber eg ein dagin upp á mál við mína sveisisku [...] at tað hevði verið ynskiligt at funnið fram til okkurt tónleikaskaldiðm sum kundi latið nakrar av hesum yrkingum í samsvarandi listarliga tónleikabúna. Tað skuldi tó helst verið so, at hesin tónleikur ikki [...] fyri Dansk Folkemindesamling um jóltíðir frammanundan. Vagn Holmboe gjørdist beinanvegin hugtikin av hesum okkara mentanarlívi, og tá ið eg hevði lisið honum nakrar yrkingar eftir J. H. O. Djurhuus inn á Band
sum Dimmalætting tekur til. Óttin fyri at ensku trolararnir skuldu rýma undan donsku sjóverjuni undir Íslandi til Føroya hevði verið nevndur fleiri ferðir áður, eisini so mikið tíðliga sum tá nýbygda [...] so skakkir av teimum nýggju lógunum, at trolarar úr Skotlandi og Onglandi á fyrsta sinni løgdust undir Føroyar at royna.? Hetta er ikki so. Víst vóru bøturnar lægri í Føroyum enn í Íslandi, men hetta var [...] fór trolingin at steðga av sær sjálvum, tí, sum Fuglaframi sigur, ?botnvarpingar ikki kunnu royna undir Føroyum um veturin.? Við Ísland hevði higartil ikki verið trolað alt árið, tí tryggingin ikki góðtók
Hóast barnsburðargrunnur í samgonguskjalinum stendur undir familjumál, verður tað landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðar- og vinnumálum, ið fær uppgávuna at seta í verk ein barnsburðargrunn. Men av tí, [...] broytingar í dagpeningaskipanini, fær landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, eisini ein leiklut hesum viðvíkjandi. Yvir skattin rinda vit øll tað, sum tey alment løntu fáa í barnsburðarfarloyvistíðini [...] Debes Hentze. Størri javnseting av kynunum Við einum barnsburðargrunni leggur tað almenna lunnar undir at bøta korini hjá kvinnum á arbeiðsmarknaðinum, og áhugin hjá arbeiðsgevaranum at gera betri set
var skrokkurin til ein katamaran, sum lastar umleið 20 tons, drigin úr høllini. Og farið er longu undir at gera sektiónirnar til tann næsta. Tað er smiðjan Hydro-Tech á Eiði, sum ger hesar bátarnar. Absalon [...] dekki, umfram ein spælkopp, sum klárar hálvtfjórða tons. Talan er um alibátar, teir nú eru farnir undir, sigur Absalon Wolles. Hann sigur, at hesin fyrri báturin, verður smíðaður til P/F Sjólaks í Kollafirði [...] samband við alingina. So sum flutning av nótum, ringum og fóðri. Tó ikki sum fóðurbátur. Teir fóru undir hendan bátin um hálvan apríl, og hann skal vera liðugur um hálvan juli. Báturin fer at kosta eina
felagið vóru og hugdu at, tá Herfølge mikukvøldið vann móti AaB. Tá tað snýr seg um samráðingar av hesum slagnum, so er tað ikki altíð, at so nógv ítøkiligt verður sagt um pengar og aðrar treytir fyri sáttmálum [...] felag, og tí er ikki annað at gera enn at vera klárur. Talan kann gerast um gylta møguleikan, og undir øllum umstøðum fer ein sáttmáli við eitt felag í bestu deildini í Skotlandi ella við eitt felag í [...] Onglandi. Fjølmiðlarnir gera nógv burturúr, og tí verður tú nógv umrøddur, tá tú spælir í einum av hesum feløgunum, so møguleikarnir gerast nógv fleiri, um tað eydnast at koma hagar, men nú fáa vit at síggja
Øssur Hansen var ytstur í vinstra borði, og nógv tað mesta av álopsspælinum hjá B36 var myndað í hesum borðinum. Landsliðsmaðurin var betri upplagdur, enn hann hevur verið nakrantíð fyrr í ár. Øssur legði [...] kom ofta til baklinjuna, og fyri B36 mundu innleggini frá lakjumanninum kennast sum eitur, tí inni undir málinum lúrdi Kurt Mørkøre alla tíðina. Kurt hevur í næstan fimtan ár verið millum mest málsóknu [...] dómarin ikki), og so tveitti Tomislav Sivic allar sínar menn í álopið, tvey hornaspørk lógu dygst undir málinum, KÍ verjan hevði ilt við at rudda burtur, men tað eydnaðist, og so drógu klaksvíkingar á og
havanum, sum eingin mátti eta av, tað var træi kunnleikans um gott og ilt. Um nakar át fruktina av hesum træi, so kom hann at síggja mun á góðum og illum, t.v.s. at tey sjálvi fingu kunnleika til at døma [...] var tað Guð, sum hevði ein fingur í spælinum, eg veit ikki hvussu; men soleiðis bleiv eg førdur undir orðið, og av orðinum yvirbevístur, soleiðis var tað at eg kom at læra Jesus at kenna. Hví skuldi Guð
Gott tað sama at øll lata aftur ísenn í Føroyahúsinum í summar. Framman fyri húsini eru menn farnir undir stórarbeiði. Tí nú hevur eina tíð verið roynt at seta partar av Vesterbro í stand aftur. Og nú er [...] hava gjøgnumført øll tiltøkini. Sigast má at gestirnir eru lagaligir og lata seg ikki órógva nógv av hesum. Eisini skuluonsku verkamenninir eiga tað rós, at teir eru beinasamir og taka eina hond í, tá ið onkuntíð [...] longu 24. august. Flestu vinningarnir frá bingolutaseðlunum í vár eru farnir. Tó eru tveir eftir á hesum báðum tølum: 679 og 337. Vinningarnir skulu verða heintaðir í seinasta lagi 31. juli. Týsdagsdøgverðarnir
»adopteraði« hann lógarbrotið. Afturat hesum kann prógvast út frá skrivligum tilfari og bandupptøkum úr tinginum, at løgmaður hevur logið fyri tinginum undir viðgerð av hesum máli. Tað er enntá gjørt fleiri ferðir [...] stýrisskipanina sum hesum. Frágreiðingin er helst tann, at Edmund droymir um at sleppa framat aftur. Hetta kann helst bert henda saman við fólkaflokkinum. Tí ræður um ikki at ganga hesum flokki ov nær, so [...] so hann til ta tíð velur ein annan partnara. Undir øllum umstøðum hevur hann við síni friðing av landsstýrinum hesum máli tryggjað sær, at hann fær somu verju, tá hann evt. kemur í landsstýrið aftur, sum
hava bert 32 av teimum umleið 155 íbúgvunum skrivað undir áheitanina um at loysa frá Sumba. Stigtakararnir vóna, at onkur afturat fer at skriva undir, men teir vænta tó ikki, at meiriluti verður fyri loysingini [...] frá bygdaráðnum. Tey siga, at meirilutin í bygdaráðnum als ikki hevur áhuga fyri hvat fyriferst í hesum báðum bygdunum, og arbeiða í staðin bert fyri borgarunum, ið búgva í Sumba. Hetta siga tey vera galdandi [...] Vestergaard er bygdarráðsformaður í Sumbiar Kommunu. Hann býr sjálvur á Økrum, men hann tekur ikki undir við framferðini, ið loysingarsinnaðu borgarar hansara sýna. Hann sigur, at hann allatíðina hevur verið