Hetta var undirstrikað av danska serfrøðinginum Peter Blume, dr.jur. Tað er dokumenterað, at John Petersen tilætlað noktaði at fremja eina einmælta løgtingslóg, bert tí honum ikki dámdi eitt ískoyti sum løgtingið hevði gjørt í einum lógaruppskoti hjá honum. Tá Annfinn Kallsberg yvirtók málsøkið »adopteraði« hann lógarbrotið. Afturat hesum kann prógvast út frá skrivligum tilfari og bandupptøkum úr tinginum, at løgmaður hevur logið fyri tinginum undir viðgerð av hesum máli. Tað er enntá gjørt fleiri ferðir, so talan er um eina miðvísa villeiðing av løgtinginum.
Sum kunnugt er tað ein av høvuðsuppgávunum hjá løgtinginum at hava eftirlit við at landsstýrið fylgir løgtingslógum. Tískil kundu samstundis staðfestast, at hetta eftirlit als ikki virkaði. Tað var tvørturímóti. Ein tingmeiriluti góðkendi og stuðlaði hetta heilt greiða lógarbrot.
Landsstýrismaðurin í lógarmálum onga støðu til lógarbrot
Vit hava í FF-blaðnum 17. juni greitt frá hvussu slík mál verða taklað í Grønlandi, Danmark og Bretlandi. Í hesum londum eins og í øðrum skipaðum londum hevði ein slík mannagongd als ikki verið told.
Lesarin eigur at leggja sær í geyma, at hetta mál sum í skipaðum londum hevði fingið álvarsligar avleiðingar, als ikki er tikið uppá tungu, hóast okkara greiðu dokumentatión fyri málinum 6. mai. Eingin løgtingsmaður hevur gjørt viðmerkingar. Tað hevur heldur eingin landsstýrismaður gjørt. Sosialurin hevur tó spurt Høgna Hoydal, sum umsitir lóg rætt í landsstýrinum. Hann hevur stórt onga støðu til málið. Eingin fjølmiðil hevur nakra støðu. Sjónvarpið hevur als ikki nevnt málið. Til sammetingar eigur lesarin at lesa greinina í FF-blaðnum um leiklutin hjá grønlendsku bløðunum til sakina, har fyrrverandi landsstýrið varð meldað til fútan. Í okkara føri er tað heilt greitt semja í »systeminum« um at mál sum hetta skal tigast í hel.
Hví tegir Edmund?
Løgtingið hevur eina landsstýrismálanevnd, sum skal ansa eftir landsstýrinum. Her eigur andstøðan meirilutan við fyrrverandi løgmanni Edmund Joensen á odda. Ein kann spyrja hví henda nevnd iki gera sína skyldu í einum so uppløgdum máli um brot á stýrisskipanina sum hesum.
Frágreiðingin er helst tann, at Edmund droymir um at sleppa framat aftur. Hetta kann helst bert henda saman við fólkaflokkinum. Tí ræður um ikki at ganga hesum flokki ov nær, so hann til ta tíð velur ein annan partnara. Undir øllum umstøðum hevur hann við síni friðing av landsstýrinum hesum máli tryggjað sær, at hann fær somu verju, tá hann evt. kemur í landsstýrið aftur, sum hann nú gevur verandi samgongu. Og hví letst javnaðarflokkurin sum einki? Er tað tí, at flokkurin hevur verið við til at torpedera eitt av tólunum hjá løgtinginum í eftirlitisvirkseminum, sum vera skuldi, nevniliga kanningarstjóran!
Í hvussu er kann staðfestast, at sjálvt frá andstøðuni lítið at heinta í slíkum málum, har landsstýrið brýtur stýrisskipanina.
Heini er tann ússaligasti
Tan er prinsipielt ikki møguligt at gera nakran mun á teimum tingmonnum sum hava havt ein leiklut í hesum søguliga málið, har lógloysi hjá landsstýrinum er góðkent og stuðlað. Men skal munur gerast má tað avgjørt vera samgongumeirilutin í vinnunevndini, sum hevur prógvað sítt virðisloysið, og tá serstakliga formaðurin Heini O. Heinesen. Hann visti í hvussu er hvat málið snúðið seg um. Hann var nevniliga við til sovæl í vinnunevndini su8m í løgtinginum til at samtykkja ta broyting í lógaruppskotinum um yrkisráð, sum landsstýrið nýtti sum undanførslu fyri ikki at seta lógina í verk. Tað ber illa til at hugsa sær til ein meira ússaligan løgtingsmann enn tann sum gongur frá síni støðu bert tí landsstýrismanninum ikki dámar hansara samtykt. Tað skuldi líka vera tann løgtingsmaður, sum samtykkir og stuðlar landsstýrinum í lógarbroti við tí endamáli ikki at fremja hansara egnu samtykt. Og tað er júst tað sum Heini hevur gjørt meira enn nakar annar. Hansara grundgeving fyri at stuðla hesum broti á stýrisskipanina sigur alt um rættarfatanina hjá tjóðveldisflokkinum. Høgni Hoydal hevur nevniliga úttalað, at hetta mál er júst eitt prógv um at stýrisskipanin virkar sum hon eigur! Grundgevingin hjá Heina var, at nú var tíð uppá, »at barónarnir í fiskivinnuni vóru settir uppá pláss«. Hetta var orsøkin til, at Heini O. Heinesen fyri ein løgtingsmann setti so lágt enntá at stuðla landsstýrinum í at sópa eina greiða løgtingslóg av borðinum. Tað hevði ikki verið Øregaard!
Men Heini og Høgni skulu tó hava tøkk fyri, at teir undan komandi fólkaatkvøðum sýna fólki teirra rættaruppfatan. So skal eingin koma aftaná og siga at tey ikki vóru ávarað.
Eigur hetta at vera so?
Tað rættarloysið sum er so væl dokumenterað serstakliga í FF bløðunum 6. mai og nú 17. juni, reisir spurningin hvat tað er fyri eitt samfelag vit hava. Inntil nú kann illa komast til aðrar niðurstøðu, at sum einasta norðanland er tað almennur politikkur hjá sovæl landsstýri sum løgtingi, at lógir eru ikki samtyktar tí tær skulu haldast.
Løgmaður segði nakað herfyri í samband við eitt mál, at »vit eru ikki nøkur bananrepublikk«. Tað er nú spurningurin um tað ikki er júst tað vit eru.
Óli Jacobsen