Teir eru farnir at smíða skip á Eiði.
Leygarmorgunin var skrokkurin til ein katamaran, sum lastar umleið 20 tons, drigin úr høllini. Og farið er longu undir at gera sektiónirnar til tann næsta.
Tað er smiðjan Hydro-Tech á Eiði, sum ger hesar bátarnar.
Absalon Wolles, stjóri á Hydro-Tech, sigur, at hesin fyrri báturin, teir hava smíðað, er 11 m. langur og 5 m. breiður. Hann fer at lasta umleið 20 tons. Stýrihúsið verður í løtuni gjørt og sett oman á, tá maskinurnar eru ísettar.
Báturin skal hava tveir 150 HK Iveco motorar, sum skuldu koma úr Italia um vikuskiftið. Í stýrihúsinum verður tað, sum lógarkraft er, sigur Absalon. Umframt fara eigararnir helst sjálvir at seta sjálvstýrara og kanska okkurt annað í.
Báturin fær ein 10 tons krana á dekki, umfram ein spælkopp, sum klárar hálvtfjórða tons.
Talan er um alibátar, teir nú eru farnir undir, sigur Absalon Wolles.
Hann sigur, at hesin fyrri báturin, verður smíðaður til P/F Sjólaks í Kollafirði. Hann skal brúkast til alt vanligt arbeiði í samband við alingina. So sum flutning av nótum, ringum og fóðri. Tó ikki sum fóðurbátur.
Teir fóru undir hendan bátin um hálvan apríl, og hann skal vera liðugur um hálvan juli. Báturin fer at kosta eina góða millión, tá hann er liðugur, sigur Absalon Wolles.
Tann seinni báturin, Hydro-Tech skal gera í hesum umfari, verður úr aluminium.
Norðmenn hava gjørt fleiri slíkar bátar, men hetta er ikki roynt fyrr her hjá okkum, sigur Absalon Wolles.
Og áhugin er avgjørt millum manna.
»Tað hava nógvir verið framvið og hugt, nú vit hava gjørt hendan fyrra bátin. Men enn eru ikki fleiri sáttmálar gjørdir.«
Aluminiumsbáturin skal latast Faroe Salmon í Klaksvík.
Hetta at smíða bátar, er ikki Absaloni ókent. Tó ikki í slíkum líki, sum teir nú gera teir á Hyrdro-Tech.
Absalon er uppvaksin í bátasmiðju. Pápa hansara, Símun Johan Wolles, munnu mangir føroyingar kenna frá sínum bátasmíði. Og Absalon hevur, síðan hann orkaði at halda einum hamri, hildið fyri, tá klinkað varð.
Men hesir katamaranarnir hava einki við snøggu, føroysku træbátarnar at gera, sigur Absalon.
Absalon Wolles eigur sjálvur annar felagið Hydro-Tech saman við Kára Johannesen í Fuglafirði. Kári Johannesen hevur eisini smiðju á Kambsdali.
Absalon letur hampiliga at, tá tosað verður um arbeiði.
Teir arbeiða 14 mans fast á Hydro-Tech, umframt tað leysa. Í løtuni hava teir fólk frá smiðjuni á Kambsdali til arbeiðis á Eiði.
Eini 60 - 80% av tí, teir gera á Hydro-Tech, er til alivinnuna.
Teir gera besløg til aliringar og montera teir. Og tað sær út til, sigur Absalon Wolles, at føroyska framleiðslan vinnur meira og meira á teirri útlendsku. Hon hevur víst seg at vera minst líka góð.
Og at tað ber til, grundar Absalon á, at teir eisini hava flutt út til Noregs.
Av øðrum, teir gera, er slíkt, sum kemur frá skipunum á Eiði. Umframt okkurt, teir hava latið til vatnútbyggingina hjá SEV norðuri í Eysturoynni.