Tað eru spennandi dagar hjá Jákupi Mikkelsen, málverjanum á føroyska landsliðnum. Eitt er, at teir í Herfølge leygardagin á heimavølli í sera linligum dysti taptu 2-0 móti ókenda MSK Zilina úr Bosnia. Jákup Mikkelsen metir mótstøðuliðið at vera meiri enn hálvvánaligt, og at Herfølge tapti boðar frá, at spælararnir sinniliga vóru farnir í summarfrí.
Hóast Herfølge hevði bóltin nógv tann størsta partin av tíðini, so vóru tað mótstøðumenninir, ið høvdu størstu møguleikarnar, og tað hevði við sær, at Jákup Mikkelsen fleiri ferðir noyddist at vísa, hvør dugur er í honum.
Stórur áhugi
Eingin fótbóltssølumaður var á Herfølge stadion leygardagin. Teir vóru ikki har, tí teir høvdu fingið at vita, at Jákup Mikkelsen skuldi ikki spæla við. Men í síðstu løtu broyttu teir í Herfølge støðu, og so noyddist maðurin, sum helst skal loysa føroyska landsliðsmálverjan av, tá hesin fer úr felagnum, sita á beinkinum og hyggja at.
Hesar síðstu dagarnar hevur Jákup Mikkelsen verið eitt av mest umrøddu fótbóltsnøvnunum í Danmark, og hóast hann ikki veit so nógv um tað sjálvur, so kann tað væl hugsast, at familjan Mikkelsen heilt skjótt fer at flyta úr Haslev og til onkra staðni í Bretlandi.
Franska tíðindastovan AFP bar undan vikuskiftinum tíðindini, sum fyrst stóðu í Sosialinum og seinni í Jyllandspostinum, um, at Jákup Mikkelsen er á veg burtur úr Herfølge, og síðani hevur telefonin ikki staðið still í Haslev, har tað umframt frá føroysku fjølmiðlunum eisini vóru boð frá Ekstrablaðnum, Politiken og Køge Dagblad. Í øllum førum vildu tíðindamenninir hava at vita, hvussu langt sáttmálasamráðingarnar vóru komnar, og í øllum førunum var svarið hjá Jákupi Mikkelsen, at hann ikki visti meiri um hetta, enn tað, sum hevur staðið at lisið í donsku fjølmiðlunum.
Skeiv søga
Tá vit týsdagin eftir landsdystin móti Bosnia bóru søguna um, at Jákup er á veg burtur frá Herfølge, var tað út frá tí sjónarhorninum, at Herfølge hevði boðað málverjanum frá, at teir vóru sinnaðir at selja hann. Tá søgan kom fram í Jyllandspostinum, var yvirskriftin, at Jákup Mikkelsen vil sleppa burtur úr Herfølge, og tað er fryntligi føroyski málverjin harmur um:
? Eg segði danska tíðindamanninum somu søgu, sum tit høvdu havt, altso at tað var Herfølge, sum hevði givið til kennar, at teir vóru áhugaðir í at selja meg. Men søgan var vend á høvdið, og hetta havi eg merkt eitt sindur til. Fólk í Herfølge spyrja, um eg ikki eri nøgdur við umstøðurnar, og til tað kann eg ikki svara annað, enn at tað eri eg, og at eg eri sinnaður at vera her til á sumri í ár 2000, tá sáttmálaskeiðið er lokið. Men um Herfølge finnur ein keypara, sum er sinnaður at rinda teimum ein prís, sum teir eru nøgdir við, og um hetta felagið er sinnað at gera ein sáttmála við meg, sum eg ikki kann venda mær frá, so eri eg sinnaður at taka av.
Stór tøl
Tað er greitt, at FCK er einasta danska felagið, ið er upp á tal sum møguligur keypari av føroyska málverjanum, men sum vit hava skilt tað, so bendir nógv á, at pengarnir eru vorðnir so mikið stórir, at felagið hjá Toda Jónsson ikki megnar at vera við í kappingini, og í gjár bendi alt á, at tað verður eitt bretskt felag, sum fer at keypa Jákup Mikkelsen.
Tað felagið, sum hevur gjørt mest ítøkiligu royndirnar at fáa fatur á málverjanum, er Hibernians. Hetta er eitt kent fótbóltsfelag í Edinburgh. Í summar fluttu teir upp í bestu deildina í Skotlandi, og sambært upplýsingum frá tíðindastovunum, so er venjarin hjá teimum sera áhugaður í at fáa Jákup Mikkelsen, sum hann í sjónvarpinum sá spæla við landsliðnum móti Skotlandi og sum umboð fyri felagið vóru og hugdu at, tá Herfølge mikukvøldið vann móti AaB.
Tá tað snýr seg um samráðingar av hesum slagnum, so er tað ikki altíð, at so nógv ítøkiligt verður sagt um pengar og aðrar treytir fyri sáttmálum. Men sunnudagin visti Ekstrablaðið at siga, at skotska felagið er sinnað at bjóða føroyska málverjanum eina vikuløn uppá umleiðs 25 túsund krónur ? og tað vil siga eina ársløn, sum fer at liggja um 1,3 milliónir krónur ? og harafturat vilja teir bjóða honum og familjuni ókeypis bústað og ókeypis bil.
Felagið er sinnað at rinda Herfølge umleið fimm milliónir krónur fyri at keypa Jákup burturúr sáttmálanum við Herfølge, sum hann inntil 1. juli komandi ár er bundin av, og so er tað spurningurin, um Jákup Mikkelsen sjálvur skal hava eina upphædd útgoldna fyri at flyta beinanvegin.
Samráðingarmenn
Jákup Mikkelsen vil ikki siga so nógv um ítøkiligu tilboðini, fyrst og fremst tí hann veit ikki so nógv um, hvat tað er, sum gongur fyri seg. Í vikuskiftinum ljóðaði harafturat, at eitt felag í Onglandi er áhugað í at keypa føroyska málverjan, og um talan verður um kappbjóðing millum fleiri feløg, so kann støðan gerast heilt spennandi hjá Herfølge og Jákupi Mikkelsen:
? Eg havi ikki so nógvar royndir, tá tað kemur til sáttmálasamráðingar, og tí havi eg gjørt avtalu við norska felagið Nordplayer. Teir hava drúgvar royndir á økinum, og teir hava millum aðrar selt Tore Andre Flo til Chelsea, eins og teir taka sær av áhugamálunum hjá fleiri av íslendsku spælarunum, sum royna seg aðra staðni í Europa.
Fyribils heldur Jákup Mikkelsen summarfrí í Danmark saman við familjuni. Frá stjóranum í Herfølge, Kenneth Wegner, hevur hann fingið at vita, at tað kann vera so skjótt, at hann skal samráðast um síni persónligu viðurskifti við eitt nýtt felag, og tí er ikki annað at gera enn at vera klárur. Talan kann gerast um gylta møguleikan, og undir øllum umstøðum fer ein sáttmáli við eitt felag í bestu deildini í Skotlandi ella við eitt felag í ovara endanum í eingilsku kappingini at hava stórar avbjóðingar og møguleikar við sær:
? Tað er stórur áhugi fyri bestu skotsku deildini og fyri teimum báðu ovastu deildunum í Onglandi. Fjølmiðlarnir gera nógv burturúr, og tí verður tú nógv umrøddur, tá tú spælir í einum av hesum feløgunum, so møguleikarnir gerast nógv fleiri, um tað eydnast at koma hagar, men nú fáa vit at síggja. Tað ræður um at vera tolin og samstundis at fyrireika seg til tað, sum tú ert greiðir yvir, at felagið, sum tú ert sáttmálabundin av, hevur standandi fyri framman, sigur Jákup Mikkelsen úr Danmark.










