at liva í Føroyum enn tað var fyri einum ári síðani. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni yvir gongdina í prístalinum Uppgerðin vísir, at frá triðja ársfjórðingi í fjør til triðja ársfjórðing í ár, er prístalið [...] dýrari, tað eru serliga prísirnir á grønmeti, sum eru hækkaðir sigur hagstovan. Talvan vísir gongdina í prístalinum hetta seinasta árið.
borgarafundur í Nólsoy, har eittans evni var á skránni. Nólsoyingar ynskja fólkavøkstur í oynni. Nógv fólk var komið til fund í Royndarhúsinum mikukvøldið, tá fólkavøkstur í Nólsoy var til umrøðu í bygdini. [...] Høgna Reistrup orðið. Hann hevði eina framløgu um gongdina í fólkatalinum í Føroyum og í Nólsoy. Hann vísti millum annað á, at íbúgvaratalið í Nólsoy er minkað 29,5 prosent seinastu 28 árini. Hann staðfesti [...] Og hetta er ikki uttan orsøk. Seinastu tølini siga, at 216 fólk eru búsitandi í oynni. Hetta er lægsta talið í nógv ár. Í 1985 var fólkatalið 315. Fleiri býráðspolitikarar vóru á fundinum, og var tað Heðin
Tjóðveldi í tíðindaskrivi um fundin, sum Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipar fyri í Sjónleikarhúsinum í Havn í kvøld klokkan 19:30 – sama dag sum ES setir handilstiltøk í verk móti Føroyum. – Uttan iva [...] moyar Tjóðveldisfelag. Á skránni eru framløgur og kjak: Kjartan Hoydal, sum í nógv ár var leiðari í fiskivinnuumsitingini í Tinganesi, fer at hugleiða um søguna aftan fyri stríðið Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur [...] langt, at føroysk skip ikki longur sleppa inn í ES havnir? Og hvat er nú at gera? Hesir og fleiri aðrir spurningar verða viðgjørdir og vónandi svaraðir á fundinum í Sjónleikarhúsinum mikukvøldið, sigur Suð
sýna fram á Bramming Egnsmuseum í Bramming í Suðurjútlandi, beint eystanfyri Esbjerg. Talan er um listafólk, sum hava verið frammi í fleiri ár og har tey flestu eru búsitandi í Danmark og listaframsýningin [...] fram skulpturar. Úr Føroyum sýna Rosa Birgitte Dahl Christiansen fram glaslist og Sirri vísir fram pløgg úr ull. Føroyska listaframsýningin verður hildin saman við mentanarnáttini í Bramming og skráin fyri [...] alt niður við Jústinus Leivsson Eidesgaard, rithøvundur, at siga nøkur orð um føroyska mentan og list í føroysku mentanini og Hanus G. Johansen á pall at syngja og spæla føroyskar sangir. Tey fara eisini
tilsetingarevnum, í fløskum er einar 400 - 800 milliónir krónur, og í kapslum hevði virðið verið eina til fýra milliardir 1 – 4 milliardir krónur. Hann sigur, at blakaðu vit í Føroyum ikki livrina havs [...] einasta ár blaka føroysk fiskiskip livur fyri upp til fýra milliardir krónur í havið. Tað sigur Hóraldur Joensen, lektari í evnafrøði á Náttúruvísindaligu deildini á Fróðskaparsetrinum. Hann sigur, at [...] at vórðu føroysku botnfiskastovnarnir troyttir við skili, so sum Havstovan hevur mælt til í fleiri áratíggju, kundu vit fingið 7000 - 8000 tons av livur til lands og og bræddu vit tey til lýsi, høvdu vit
tiltak í Klaksvík, har endamálið er at varpa ljós á bróstkrabba. Tað er bólkurin, Bót til Bata, hjá Krabbameinsfelagnum sum skipa fyri einum tiltakið um árið, har tet varpa árliga ljós á bróstkrabba í Føroyum [...] Føroyum og í ár verður tiltakið so leygardagin 25. oktober, har Treysti er við til at skipa fyri. Í bólkinum Bót til Bata eru kvinnur, sum hava havt bróstkrabba og endamálið er at hjálpa kvinnum, ið hava
kappingarár, og í summar gjørdi Kyndil av at tekna kvinnurnar til EHF Cup. Í juli var lutakastið, og tað lagaði seg soleiðis, at Femina Vise gjørdist mótstøðuliðið.
Belgiska liðið hevur í fleiri ár verið [...] verið við í evropeiskum kappingum, ikki minst tí væl liggur fyri hjá liðum á meginlandinum at vera við fyri ein bíligan penga. Femina Vise er oftast komið í 2. umfar, men onkuntíð í 3. umfar.
Eftir ætlanini [...] og sunnudagin 19. oktober verða tveir søguligir dystir spældir í høllini á Hálsi. Tá fara kvinnurnar hjá Kyndli á fyrsta sinni at spæla í evropeiskari hondbóltskapping. Dystirnir verða ímóti belgiska liðnum
Á altjóða kvinnudegnum 8. mars, skipaði Havnar Badmintonfelag fyri eini gentulegu í badmintonhøllini í Havn. Umleið 100 mammur og gentur luttóku á degnum har badminton var á skránni frá morgni til kvøld [...] við tiltakinum, sum ber heiti GIRLPOWER, er at styrkja vinabond tvørtur um aldursmørk og feløg í Føroyum. Harafturat ynsktu fyrireikarnir úr Havnar badmintonfelag, at lyfta tekniska støði, geva venjarunum [...] sagt úr havnarbadmintonfelag. Genturnar fingu eina t-shirt í part, við einum búmerkið, sum var sniðgevið til dagin. Erik Thomsen, formaður í Badminton sambandinum fegnast um stóru undirtøkuna, tí tey vænta
eitt á countryhittlistum í Svøríki, Írlandi og Hollandi við nýggjum staklagi. Sangurin rópast Make This Life A Dance. Evi Tausen tók lagið upp í fjørheyst. Tað kom út í Føroyum í fyrsta umfari og hevur fingið [...] countryhittlistum, bæði í Svøríki, Írlandi og Hollandi. Eisini týskarar hava tikið væl ímóti Make This Life A Dance, tí har er sangurin nummar seks í løtuni. Omaná hetta er Evi sloppin upp í part á sonevnda [...] lagið. Hoyr Evi greiða frá sanginum, týdninginum av honum og hvat tað merkir, at hon er sloppin upp í part á ECMA-listanum, við at trýsta á pílin undir myndini.
frá í tíðindaskrivi um dagarnar. Porkeris Bygdarsavn, ið hevur leiklutin sum leiðari av verkætlanini, fekk heiðurin av vertsleiklutinum í fjør, og í ár gongur leiðin so til Norðurnoregs, og er tað í ár [...] Í fjør skipaði Porkeris Bygdarsavn fyri altjóða verkstovu í Porkeri, ið snúði seg um leiklutin hjá lokalum søvnum í ferðavinnuhøpi. Verkætlanin er stuðlað av arktisku samstarvsskránni, NordRegio, ið er [...] Museum, ið skal verða vertur fyri verkætlanini. Eftir ætlan fara luttakarar úr bæði Føroyum, Íslandi og Grønland til Målselv í Midt-Troms, har tað verður skipað fyri bæði altjóða verkstovu og leiðarafundi.