Renna í Klaksvík fyri at varpa ljós á bróstkrabba

Tey vilja hava so nógv við at renna sum gjørligt


Leygardagin 25. oktober verður eitt serligt tiltak í Klaksvík, har endamálið er at varpa ljós á bróstkrabba.

Tað er bólkurin, Bót til Bata, hjá Krabbameinsfelagnum sum skipa fyri einum tiltakið um árið, har tet varpa árliga ljós á bróstkrabba í Føroyum og í ár verður tiltakið so leygardagin 25. oktober, har Treysti er við til at skipa fyri.

 

Í bólkinum Bót til Bata eru kvinnur, sum hava havt bróstkrabba og endamálið er at hjálpa kvinnum, ið hava, ella hava havt, bróstkrabba.

Tiltakið annan leygardagin er eitt familjutiltak, har startskotið er við Ósaskúlan klokkan 14 og runnið verður  tveir ella fimm kilometrar. Og tey vilja hava so nógv við sum gjørligt, bæði menn og kvinnur, ung sum gomul.

Áðrenn startskotið stendur Helga Johansen fyri felags upphiting og tá ið rennararnir eru komnir á mál, verða ymisk tiltøk, har verður ein lítil heilsukanning, har tað ber til at máta blóðsukur, blóðtrýst og hvussu væl lunguni orka.

Har verður eisini tónleikur og dansur og eitt umboð fyri føroyska Team Rynkeby liðið fer at greiða frá súkklutúrinum til París til frama fyri børn við krabbameini.

Alt, sum kemur inn við luttøkugjaldi og gávum, fer óskert til virksemið hjá Bót til Bata.