Sildarok í Sjónleikahúsinum

 – Vit lodda dýpið… Soleiðis sigur Tjóðveldi í tíðindaskrivi um fundin, sum Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipar fyri í Sjónleikarhúsinum í Havn í kvøld klokkan 19:30 – sama dag sum ES setir handilstiltøk í verk móti Føroyum.

 

– Uttan iva spyrja mong seg sjálv, hvussu tað ber til, at tað skuldi koma so langt, at føroysk skip ikki longur sleppa inn í ES havnir? Og hvat er nú at gera? Hesir og fleiri aðrir spurningar verða viðgjørdir og vónandi svaraðir á fundinum í Sjónleikarhúsinum mikukvøldið, sigur Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.

 

Á skránni eru framløgur og kjak:

 

Kjartan Hoydal, sum í nógv ár var leiðari í fiskivinnuumsitingini í Tinganesi, fer at hugleiða um søguna aftan fyri stríðið

 

Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi fer at greiða frá støðuni - hvørjir leikir longu eru fluttir, og hvørjir enn eru at gera í hesum álvarsmáli

 

Pól Huus Sólstein, søluleiðari í North Pelagic at greiða frá, hvussu søluliðið hevur lagað seg til nýggju støðuna.

 

 

Aftaná verður kjak, har Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, Høgni Hoydal og Bárður Nielsen saman við fyrilestrarhaldarunum luttaka.

 

Lagt er upp til, at fundarfólkið fær rúma tíð at seta spurningar. Fundarstjóri verður Uni Arge.