Stór fólkaminking í Nólsoy

Í løtuni búgva 216 fólk í Nólsoy. Hetta er lægsta talið í nógv ár.

Mikukvøldið var borgarafundur í Nólsoy, har eittans evni var á skránni. Nólsoyingar ynskja fólkavøkstur í oynni.


Nógv fólk var komið til fund í Royndarhúsinum mikukvøldið, tá fólkavøkstur í Nólsoy var til umrøðu í bygdini. Og hetta er ikki uttan orsøk. Seinastu tølini siga, at 216 fólk eru búsitandi í oynni. Hetta er lægsta talið í nógv ár. Í 1985 var fólkatalið 315.
 
Fleiri býráðspolitikarar vóru á fundinum, og var tað Heðin Mortensen, ið beyð fólki vælkomið, og gav hann síðani Høgna Reistrup orðið. Hann hevði eina framløgu um gongdina í fólkatalinum í Føroyum og í Nólsoy. Hann vísti millum annað á, at íbúgvaratalið í Nólsoy er minkað 29,5 prosent seinastu 28 árini. Hann staðfesti, at skal oynni vera lív lagað, hava lokalar eldsálir avgerandi týdning fyri at skapa trivnað og lokalan vøkstur.


Eftir framløguna tóku nólsoyingar og politikarar í býráðnum orðið. Fleiri mál vóru havd á lofti. Millum annað var ynski um at gera tað bíligari og lagaligari hjá nólsoyingum at keypa grundstykki í bygdini, og ein áhoyrari skeyt upp at fara í holt við at gera summarhús, so meira lív verður í bygdini.