Evi Tausen, countrystjørna, er nummar eitt á countryhittlistum í Svøríki, Írlandi og Hollandi við nýggjum staklagi. Sangurin rópast Make This Life A Dance.
Evi Tausen tók lagið upp í fjørheyst. Tað kom út í Føroyum í fyrsta umfari og hevur fingið góða móttøku her. Men serliga uttan fyri Føroyar hevur lagið vakt ans, tí Evi er fremt á fleiri countryhittlistum, bæði í Svøríki, Írlandi og Hollandi.
Eisini týskarar hava tikið væl ímóti Make This Life A Dance, tí har er sangurin nummar seks í løtuni.
Omaná hetta er Evi sloppin upp í part á sonevnda ECMA-listanum, European Country Music Association, har hon kom inn sum nummar 34 á topp hundrað listanum.
Tað eru Jákup Zachariassen og Lena Andersen, sum hava skrivað nýggja lagið, sum Evi Tausen er sera glað fyri.
- Hetta er tann stílurin, ið eg havi valt at leggja meg eftir og sum passar best til mín. Tað er eitt sindur av country-swing yvir hesum, og tað dámar væl, sigur Evi Tausen um nýggja lagið.
Hoyr Evi greiða frá sanginum, týdninginum av honum og hvat tað merkir, at hon er sloppin upp í part á ECMA-listanum, við at trýsta á pílin undir myndini.