Í fjør skipaði Porkeris Bygdarsavn fyri altjóða verkstovu í Porkeri, ið snúði seg um leiklutin hjá lokalum søvnum í ferðavinnuhøpi. Verkætlanin er stuðlað av arktisku samstarvsskránni, NordRegio, ið er stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. NordRegio varð so væl nøgt við úrslitið av hesi verkstovu, at stovnurin valdi at stuðla verkætlanini við enn einum ári.
Hesum verður boðað frá í tíðindaskrivi um dagarnar.
Porkeris Bygdarsavn, ið hevur leiklutin sum leiðari av verkætlanini, fekk heiðurin av vertsleiklutinum í fjør, og í ár gongur leiðin so til Norðurnoregs, og er tað í ár Midt-Troms Museum, ið skal verða vertur fyri verkætlanini. Eftir ætlan fara luttakarar úr bæði Føroyum, Íslandi og Grønland til Målselv í Midt-Troms, har tað verður skipað fyri bæði altjóða verkstovu og leiðarafundi.
Á skránni er eisini ein rundferð, har vitjað verður á Bardu Bygdetun, Kramvigbrygga og Lenvik Museum, ið øll eru søvn undir veingjabreiðinum hjá Midt-Troms Museum.
- Hetta verður gjørt, so útlendsku luttakararnir sleppa at síggja ítøkilig dømi uppá, hvussu norðmenn skipa sítt savnsvirksemi. Mett verður, at serliga norðmenn eru frammarlaga í savnshøpi, og tí vænta vit, at luttakararnir fara at læra nógv av hesari rundferðini, verður sagt í tíðindaskrivinum.