Brøndby var einki at reypa av, og Michael Laudrup og spælararnir ásannaðu, at teir høvdu verið hepnir. Í tveimum teimum síðstu umførunum skal FCK spæla í Parkini ímóti AaB og í Farum ímóti FCN. Brøndby skal [...] Fyrst peikaði hann á bringuna á sær sjálvum, og so gav hann við báðum hondum boð um, at tað skuldi farast stillisliga fram. Í FCK leguni vóru teir ovurfegnir, og tað var væl skiljandi. Í 12. minutti hevði [...] Løtu seinni var møguleikin uppaftur størri. Álvaro Santos spældi úr vinstru og eitt sindur út frá til sera arbeiðssama og dugnaliga Hjalte Bo Nørregaard, sum úr púra blankari støðu sendi høgt yvir opna
fløtur sínar breiðir, á sveimi hugur bæði dag og nátt við teim, sum fóru fjarar skipaleiðir. Er land mítt lítið, so er verðin stór, og veking elva havsins løg og sangir, ein rødd av høvunum at hjarta fór, [...] liggja átjan oyggjar. Villa og stilla havið sæst úr øllum ættum. Gjøgnum allar tíðir, hevur havið tikið og givið. Havið er gevandi, tí tað er lívsgrundarlag føroyinganna og hevur tikið mangan sjómannin [...] vandamikið og virkar sum ein svampur, ið sýgur vandamikil kemikaliir í seg, og fer út í vevnaðin á eitt nú havhesti. Sambært ST so endar eini 8 milliónir tons av plast burturkasti í heimshøvunum árliga, og kanningar
munurin var beinanvegin ein bátslongd, og hann longdist stútt og støðugt og var at enda meiri enn tríggjar bátslongdir. Rádni úr Fugalfirði var næstfremstur, og tær á Lómi av Argjum, sum í Fuglfirði mannaðu [...] annar hevur gjørt og harvið at seta met. Sum so ofta áður nevnt, so er tað torført at sammeta róðrartíðir, men tað er neyvan heilt við síðuna av at sammeta tíðirnar á sama róðrardegi og á sama róðrarteini [...] eru ymiskar, tí ætt, vindmegi og rák skikka sær ymiskt. Men í Fuglafirði mundi munurin í róðrarumstøðunum ikki vera so stórur hjá kvinnunum í 6-mannaførum, 5-mannaførum og hjá gentunum í 5-mannaførunum
rentustuðul vaksa og vanligar hoyringsmannagongdir verða broyttar. Tingmál nr. 36, 38 og 41 Tingmál nr. 36 “Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt” og tingmál nr. 38 [...] Sannlíkt koma nakrar kommunur at missa meir og aðrar minni. Stuðulin til sethúsarentur er seinastu árini minkaður úr 40% í 2009, og eftir ætlan verður hann 36% í 2013 og 35% í 2014. Sama tíðarskeið er landsins [...] var, at útreiðslubýtið av rentustuðlinum í 2014 skuldi verða ávíkavist 23% og 12% fyri land og kommunur í staðin fyri 19,5% og 15,5%, sum fyriliggjandi uppskot leggur upp til. Samstundis verður annað l
Trivnaðurin og trygdin hjá neytunum og eisini hjá viðskiftafólkunum er í hásæti. Frá mjólki robotti - ið mjólkar, skrásetir mongd, góðsku og relevant sjúkufyribrigdi - til automatiska fóðring og sóping. Allir [...] størri lønsemi og størri flexibiliteti um unga ættarliðið skal tíma at yvirtaka og trívast. Fyrimunir við hesum átakinum eru nógvir, og fevna t.d. um betri úrtøku, betri samskipan og møguleikar fyri at [...] eitt nú í Danmark, Hollandi og í Íslandi og framkomna mjólki robottin hava hollendarir brúkt í 15-20 ár. Men í føroyskum høpi er hetta ein revolutión innan mjólkaframleiðslu, og eitt farvæl til tað gomlu
eru tvey dagbløð í Føroyum, sum kappast - og tey eru Sosialurin og Dimmalætting. Yvirhøvur er tað ein kapping um lesarar - ella rættari sagt blaðkeyparar - og hetta gongur ofta út yvir tað sakliga. Í royndini [...] pressuna. Men tey fóru ov langt og tíverri tóku eisini bløð í Norðurlondum undir við hesum journalistikksniði, sum fyrst og fremst snýr seg um at keypa lesaran, líkamikið hvussu. Og tú ert vælkomin at bera rangan [...] ararnar, sum skriva av og annars sleppa við, tá flokkurin hevur ársveitslu. Hetta gevur betur journalistikk. Tað er gott, at bæði bløðini síðstu árini hava lagt á annan bógv og kunnu sigast at vera tíðindabløð
a (t.e. einum 5. setti, ið skal avgera dystin blaðm.), og tí var vónleyst at spáa um nakran favoritt undan mansfinaluni millum Mjølnir og SÍ, og alt annað, enn at vænta ein javnan dyst, var óhugsandi. [...] teirra sætta av slagnum, og teirra fjórða á rað. Av teimum seks finalunum, hava teir vunnið tríggjar. Eisini SÍ hevur roynt at spælt finalu áður, og var tað teirra fimta finala, og teirra triðji sigur samanlagt [...] gólvið, og taktiska uppleggið hjá sørvingum tóktist at virka til fulnar. Tó skal onki takast frá Mjølni, teir hava alla æru av, at tað bert endaði við minst møguliga muninum í fyrsta og fjórða setti, og at
kundi havt verið, um VB/Sumba hevði havt marginalirnar á sínari síðu og ikki hevði rakt í tvørtræ og stólpa út í staðin fyri í stólpa og inn. VB/Sumba skifti venjara í vikuni, sum fór. At teir skiftu er kanska [...] nógv upp og niður, vundu burtur úr B36. Á pappírinum sær skráin hjá KÍ næstu vikurnar ikki so galin út. KÍ skal spæla móti VB/Sumba (h), B68 (ú) og ÍF (h). Tað kundi luktað av trimum sigrum og níggju stigum [...] m, so kundu teir havt boðað frá, at venjarin var fráfarin, og at teir leitaðu eftir nýggjum venjara. Tíbetur yvirhálaðu bæði VB heimasíðan og heimasíðan hjá Suðurrás tíðindaskrivið, sum tað verður sagt
har sjúkueyðkennini eru fá, og fuglurin verður fjaðursárur og verpir minni. Hinvegin kann fuglakrím vera ógvuslig sjúka (há-patogen), sum breiðir seg skjótt millum flogfenað, og kann vera nærum 100% deyðilig [...] Orthomyxoviridae. Tey verða flokkaði í tríggjar antigen bólkar: A, B og C. Virus úr bólkunum A og B eru sjúkuelvandi fyri menniskju, og bert virus-bólkur A kann elva til pandemiskar sjúkur (heimfarssóttir) [...] serliga flogfenað, og í summum førum eisini svín. Fuglakrímvirus er ógvuliga slagbundið, so tað bert smittar frá fugli til fugl, men í einstøkum førum er fuglakrím farið yvirum mark, og hevur smittað menniskju
býráðslimur, Jógvan Ravnsfjall, fyrrverandi savnsleiðari, Edward Fuglø, listamaður og stigtakari og Dávur Winther, skrivari. Røður og tónleikur Tiltakið byrjar klokkan 16.30 uppi við standmyndina, sum stendur [...] var fyrsti og leingi einasti grafikarin í Føroyum. Foreldur hennara vóru Andrias Christian Lützen, keypmaður (1875-1941) og Hanne Joline Niclasen (1884-1957). Systkini vóru níggju í tali, og var Elinborg [...] tá ið hon flutti til Keypmannahavnar og fór undir útbúgving á ”Tegne- og Kunst-industriskolen for kvinder”. Hesi árini búði hon saman við Sámali Joensen-Mikines, og giftust tey 2. desember 1944, men hjúnalagið