Jóannes Hansen
----
Hóast líkindini at rógva kapp vóru hampulig sunnudagin, so siga tíðirnar, at hetta var ikki dagurin, tá ið tað kom upp á tal at rógva skjótari, enn nakar annar hevur gjørt og harvið at seta met.
Sum so ofta áður nevnt, so er tað torført at sammeta róðrartíðir, men tað er neyvan heilt við síðuna av at sammeta tíðirnar á sama róðrardegi og á sama róðrarteini, hóast tað kann koma fyri, at umstøðurnar at rógva eru ymiskar, tí ætt, vindmegi og rák skikka sær ymiskt.
Men í Fuglafirði mundi munurin í róðrarumstøðunum ikki vera so stórur hjá kvinnunum í 6-mannaførum, 5-mannaførum og hjá gentunum í 5-mannaførunum.
Erla Kongsdóttir við gentum, og Jarnbardur við kvinnum vunnu favorittsigrar í kappingunum millum ávikavíst gentur í 5-mannaførum og kvinnur í 6-mannaførum. Hesar báðar manningarnar eru, eftir at fimm av sjey kappingum eru lagdar aftur um bak, tær einastu, sum hava vunnið allar fimm ferðirnar og harvið hava vunnið fult stigatal.
Hjá fýra manningum restar eitt stig í fult stigatal – hjá Dreingjunum á Drekanum, hjá kvinnunum á Havfrúnni, hjá Argjabátinum og hjá Klaksvíkingi.
Erla sera sannførandi
Tað plagar at verða roknað við, at tíðirnar eru betri hjá størru bátunum, og at tíðirnar eru betri hjá kvinnunum, enn tær eru hjá gentunum. Tað var tí, at tað ofta vísti seg, at fyritreytirnar at kappast vóru so ymiskar hjá teimum yngstu og teimum eldru, at tað fyri nøkrum árum síðani varð gjørt av, at kvinnukappingin í 5-mannaførum skuldi flokkast í tvey – 5-mannafør fyri kvinnur og 5-mannafør fyri gentur.
Róðrartíðirnar á varmakeldu í Fuglafirði vísa, at besti báturin yvirhøvur í teimum trimum kappingunum fyri gentur og kvinnur var Erla Kongsdóttir. Vinnaratíðin hjá suverena gentubátinum í Fuglafirði á varmakeldustevnu var lakari, enn hon hevur verið undanfarnu ferðirnar. Besta tíðin hjá Erlu Kongsdóttir higartil í ár var á sundalagsstevnu í Hvalvík, tá ið vinnaratíðin var 5.19.22.
Í heimasjógvi í Fuglafirði vann Erla Kongsdóttir meiri sannførandi í síni kapping, enn hon hevur gjørt fyrr í ár. Tíðarmunurin aftur til Blik av Argjum, sum eisini er næstfremstur í FM kappingini, var 16 sekund. So stórur hevur munurin frá Erlu Kongsdóttir og aftur til næsta kappingarneytan ongantíð áður verið í ár.
Vinnaratíðin hjá Erlu Kongsdóttir á varmakeldu var 5.32.22 ella 13 sekund lakari, enn vinnaratíðin var hjá fuglfjarðargentum í Hvalvík.
Sammett við Ørnina, sum vann kappingina millum 5-mannaførini við kvinnum, so var tíðin hjá Erlu Kongsdóttir 1 8/25 sekund betri, og sammett við Jarnbard, sum vann kappingina millum 6-mannafør við kvinnum, so var vinnaratíðin hjá Erlu Kongsdóttir 9 22/25 sekund betri.
Harvið siga tølini, at avrikini hjá Erlu Kongsdóttir í ár eru heilt framúr.
6-mannafør kvinnur
Sum allar fýra tær undanfarnu ferðirnar í ár so vann Jarnbardur aftur hesa ferð sera sannførandi sigur í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum.
Talan var ikki um kappróður, tí munurin var beinanvegin ein bátslongd, og hann longdist stútt og støðugt og var at enda meiri enn tríggjar bátslongdir. Rádni úr Fugalfirði var næstfremstur, og tær á Lómi av Argjum, sum í Fuglfirði mannaðu Páll Fanga, vunnu tættu kappingina um triðja plássið við Herning.
Jarnbardur stýrir ímóti FM heitinum. Eingin ivi er um tað!
Ørnin steðgaði sigursrøðini
Ellivu sigrar á rað. So gekk tað ikki longur. Tað var staðfestingin hjá teimum umborð á Havfrúnni úr Vestmanna á varmakeldu í Fuglafirði.
Í fjør vann Havfrúgvin allar sjey róðrarnar og harvið FM heitið. Fýra teir fyrstu róðrarnar í ár vann Havfrúgvin, og harvið hevur 5-mannafarið í Vestmanna kós ímóti FM heitinum. Men hesa ferð verður tað ikki við fullum stigatali, at Havfrúgvin verður meistari.
Eftir ellivu sigrar á rað noyddist Havfrúgvin í Fuglafirði at lúta fyri Ørnini úr Sandavági, sum fekk góðan start og rættuliga skjótt bjóðaði av frammi í oddinum. Sær sjálvari líkt so var starturin ikki so góður hjá Havfrúnni. Leingi sá tað tó út til, at tað skuldi vignast, sum tað hevur gjørt fleiri ferðir áður, tá ið Havfrúgvin hevur verið drúgvast, hóast starturin ikki hevur verið so góður. Tað vildu tær á Ørnini ikki. Tá ið bátarnir fóru um málið, var Ørnin tað mesta av einari hálvari bátslongd frammanfyri Havfrúnna.
Hagtølini siga, at Ørnin áður hevur staðið seg væl í hesi kappingini. Síðsta FM heitið vunnu tær í Sandavági í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum í 2006. Og Ørnin hevur ongan róður vunnið síðani í 2007. Tá vann Ørnin á jóansøku og á vestanstevnu.
Í FM kappingini er tað tó einki, sum bendir á, at tað ikki skal eydnast Havfrúnni at endurvinna meistaraskapin. Havfrúgvin hevur 34 stig, og Teistin, sum í Fuglafirði endaði á fjórða pássi, hevur 26 stig. Ørnin er á triðja plássi við 25 stigum.










