FLOGBÓLTUR
Síðani ársskiftið eru mest sum allir mansdystirnar í flogbóltslandskappingini endaðir við einum javnbrótara (t.e. einum 5. setti, ið skal avgera dystin blaðm.), og tí var vónleyst at spáa um nakran favoritt undan mansfinaluni millum Mjølnir og SÍ, og alt annað, enn at vænta ein javnan dyst, var óhugsandi.
Royndir harrar
Finalan hjá monnunum stóð millum Mjølnir og SÍ, og bæði hesi liðini hava myndað oddin av føroyskum mansflogbólti seinastu mongu árini. Serliga Mjølnir úr Klaksvík hava verið nærum fastir gestir til finaluna.
Um vikuskiftið var teirra sætta av slagnum, og teirra fjórða á rað. Av teimum seks finalunum, hava teir vunnið tríggjar.
Eisini SÍ hevur roynt at spælt finalu áður, og var tað teirra fimta finala, og teirra triðji sigur samanlagt.
Ikki fyrsti samanbrestur
Steypafinalan leygardagin var ikki fyrstu ferð, at hesi bæði lið møttust í hesum høpi, tí afturi í 2005 vóru tað júst hesi, ið myndaðu mansfinaluna. Ta ferðina endaði tað við 3-0 sigri til sørvingar, so vónirnar vóru gamaní góðar í SÍ hópinum, til at endurtaka bragdið. Og tað var júst tað, teir gjørdu.
Servupress frá byrjan
SÍ leikararnar virkaðu øðiliga tendraðir at líta á undan finaluni, og um tað var orsakað av miseydnaða dystinum hjá kvinnum felagsins, beint undan teirra dysti, skal vera ósagt. Hvussu er og ikki, so byrjaðu sørvingar sum nakrar maskinur í fyrsta setti. Teir løgdu eitt væla press á, longu við servunum, og tað var trupult hjá Mjølni at gera stórvegis við SÍ, tað fyrstu stóru løtuna. Men so við sum settið leið, kom Mjølnir inn í settið, og tað byrjaði at spyrjast rættuligur spenningur buturúr. Eftir tveir settbóltar til SÍ, eydnaðist tað tó SÍ at draga longra stráðið, í einum setti, sum í veruleikanum kundi farið báðar vegir. Og harvið høvdu sørvingar fingið best hugsandi byrjanina á steypafinaluna anno 2008. Tað skuldi eisini vísa seg at seta síni spor einastaðni, tí næsta sett varð alt annað enn til at samanbera við fyrsta.
Óhugnalig styrki
SÍ byrjaðu sum eitt ólogið í øðrum setti av steypafinaluni á Hálsi, aftaná at hava vunnið fyrsta settið, tepurt 26-24. Næsta settið var vunnið nógv meira sannførandi.
Mjølnir fingu ikki eitt bein til jørðina í byrjanini av settinum, og munurin bara vaks. Skiftingar vórðu framdar á Mjølnir liðnum, men lítið hjálpti, tí til tað tóktust SÍ, alt ov sterkir, at tað skuldi órógvað teir nakað serligt. SÍ vann settið 25-13.
Typiska triðja settið
Sum so mangan, so er tað altíð sera trupult at halda høvdið kalt í einum triðja setti, tá man júst hevur vunnið tey tvey undanfarnu. Tað sæst ferð eftir ferð, at lið, ið eru á odda 2-0 í settum, fáa tað trupult í triðja setti. Tað er eitthvørt sálarligt, i hendur. Man tekur sær kanska ov nógv av løttum, og í slíkari støðu er mótparturin sjálvandi enn grammari eftir sigrinum, so heilt ofta sæst, at mótstøðuliðið vinnur triðja sett, tá eitt annað hevur verið á odda 2-0.
Skuldi Mjølnir gera sær nakrar vónir um at hála ein sigur til Klaksvíkar, skuldu teir vinna avgerandi triðja settið, og tað var so eisini tað, teir gjørdu.
Úrslitið í triðja setti gjørdist 25-18, men eitt skifti var støðan 22-12, so tað lýsir kanska munin í einum dysti, har spenningurin bara øktist fyri hvønn minutt, ið gekk.
Kempað varð dúgliga um hvønn einasta bólt, og nógvar langar duellir vóru í settinum, ið byrjaði at liva upp til gysara statusin, hann fekk skotið í bógvin í fjølmiðlunum, undan stóra finaludegnum.
Avgerðin fall í fjórða
Gjøgnum allan dystin hevði Mjølnir trupult við at fáa lagt nóg góðan blokk á serliga Jón Nielsen hjá SÍ, og tað megnaði hann til fulnar at gera sar dælt av. Serliga í endanum á triðja og í byrjanini av fjórða setti, gekk avbera væl hjá 191 cm høga Jón Nielsen, ið virkaði sum um hann ikki kundi gera nakað skeivt hendan finaludagin. Hann slóg nærum eftir vild í gólvið, og taktiska uppleggið hjá sørvingum tóktist at virka til fulnar. Tó skal onki takast frá Mjølni, teir hava alla æru av, at tað bert endaði við minst møguliga muninum í fyrsta og fjórða setti, og at teir vunnu triðja.
Stríðsviljin eina, var tó ikki nokk í einum dysti, har SÍ veruliga hevði uppiborið steypasigurin, og har Mjølnir kanska standa eftir við tankanum, høvdu vit bara… Men givið er tað, at Mjølnir kemur sterkt aftur, tað eru flogbóltsáhugaði ikki eina løtu í iva um.











