fyriskipararnir eru sera fegnir um, at føroyingar luttaka. Í ár fara 11 ung úr Føroyum at luttaka: Natali í Dali, violin William Wilkinson, waldhorn Døgg í Dímun, violin Bjørt Holm, cello Silas Gudmundur Hannesarson [...] verður Matiné í Havnar kirkju við musikkskúlanæmingum, sum spæla á ymisk ljóðføri. Birgitte Schnakenburg hevur fylgispæl. Á hvørjum ári fara ungir føroyskir tónleikarar til Danmarkar at luttaka í Berlinsku [...] ppingini. Hetta hava teir gjørt í nógv ár - við vissu síðan 1972. Kanska eisini áðrenn tað. Luttakararnir skulu vera undir 17 ár og mest sum øll ljóðføri eru umboðað í kappingini. Ofta hava føroyingarnir
inntøkurnar hjá Heimamissiónini í fjør vóru 7,2 milliónir krónur í mun til 7,0 milliónir í 2017. Útreiðslurnar í 2018 vóru 6,8 milliónir krónur í mun til 6,4 milliónir árið fyri. Í 2017 var avlopið 556.000 krónur [...] Sjómansmissiónin og Missión í Føroyum og uttanlands. Heimamissiónin er fíggjað av stuðlum og gávum. Trubodin.fo skrivar, at í 2018 vórðu millum annað fleiri útreiðslur til KT í sambandi við heimasíðuna trubodin [...] sjófólk í eina øld” kom út. Tørvar milliónir til útbygging av Leguhúsinum Útbyggingin av Leguhúsinum í Nesvík ávirkar ikki sjálvan raksturin hjá Heimamissiónini, men verður hildin uttanfyri í eini avseting
afturvendandi fótbóltskapping, sum verður skipað í Vági hvørt ár í heyst-, vetrar- og várhálvuni. Kappingin verður í Marghøllini í Vági - Skúlafótbóltur hevur fokus á tað sosiala, á heilsu, á rørslu og [...] ymisk tíðspunkt, stendur í tíðindaskrivinum. Liðini, sum vinna seg víðari til finaluumfar, skulu spæla á stórum felags finaludegi í Vági fyrst í mai 2019. Tað er ókeypis at vera við í kappingini. [...] Í heyst verður farið undir nýggja fótbóltskapping í Føroyum, tá tað á fyrsta sinni verður skipað fyri kappingini Skúlafótbóltur. Fyriskipararnir siga, at ætlanin er, at skúlafótbóltur skal verða ein a
alt komandi sunnudag fyri at forða HB í at taka FM-gullið heim norðuri í Klaksvík. Fyri stuttum longdi Heimir sáttmálan við HB. Hann sigur, at hann stórtrívist í felagnum. At HB verður partur av evropeiskum [...] Tróndur Arge gjørdi við mannin sum við 99,8 prosents vissu er komandi FM-vinnandi høvuðsvenjarin í Føroyum, Heimir Guðjónsson. Tróndur Arge gjørdi samrøðuna aftaná Heimir Guðjónsson hevði sæð sínar menn [...] tók Heimir ikki av hesaferð heldur. Heimir og HB hava tó fimm matchbóltar fimm tey seinastu umførini í Betrideildini. Samrøðan Tróndur Arge hevði við Árna Frederiksberg hjá NSÍ hoyrist HER Frásøgnin hjá
Í nýggjari røð um siðbundnar byggisiðir fer arkitekturin og handverkarin Hans Keiding í autocampara sínum runt í Norðurlondum. Her leitar hann inn í handverkið, náttúruna og fólkasálina í londunum, hann [...] at hava verið við til at bygt lavvu við sámum, sauna í Finnlandi og eldsmáttu í Noregi er fjórði partur um at byggja við gróti, viði og flagi í Føroyum. Eyðun Eliasen, arkitektur, hevur samskipað føroyska [...] nýtt sum grund og tilfarið, sum brúkt er, er óviðgjørt og kann niðurbrótast í náttúruni. Smáttan stendur á rossagøtunum við Kerjar í Havn, skamt frá Glasi. Sendingin, sum ber heitið “På eventyr i Norden -
kemur Chris Norman, sum var sangari í Smokie í stórtíðini hjá bólkinum, til Føroya at framføra fyri fyrstu ferð. Chris Norman og hansara bólkur spæla á Summar Festivalinum í august. Chris Norman eigur eyðkendu [...] er kendur sum dugnaligur sangari, og hann er framvegis í sera góðum formi. Nú fáa føroyingar fyri fyrstu ferð høvi at uppliva hann á palli í Føroyum. Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10 [...] skriva nógvar sangir hjá Smokie. Tíðliga í áttati árunum fór Chris Norman at framføra sum solistur, og hann gavst nakað eftir sum sangari í Smokie. Chris Norman hevur síðani útgivið meira enn 20 soloútgávur
sjónleikarar í aldursbólkinum 45 ár +, ið hava skrivað leikritið saman við lærara og leikstjóranum Sóley Danielsen. Endamálið við leikinum er at upplýsa um hesa sera vandamiklu sjúku, ið herjaði í Føroyum, og sum [...] TUBERKLARNIR á Sanatorinum í Hoydølum 30. og 31. mars 2019. Leikurin er inspireraður av veruligum hendingum og samrøðum við sjúklingar, avvarðandi og starvsfólki á gamla bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum, ið var kallað [...] vóru innlagdir á Sanatoriinum í styttri og longri tíðarskeið, einstakir upp til heili 20 ár tilsamans. Yrkjarin Mikkjal á Ryggji var ein teirra, ið var innlagdur leingi og í leikinum verða nakrar yrkingar
er skilagott at skjóta á miðjari nátt. Í Føroyum er loyvt at skjóta fýrverk alt árið, meðan aðrar reglur eru í eitt nú Danmark. Har er bert loyvt at skjóta fýrverk í døgunum rundan um nýggjár. [...] Í nátt hevur løgreglan tvær ferðir verið úti í Havn og práta við ungar dreingir, sum hava skutu fýrverk. Vakthavandi á løgreglustøðini greiðir frá, at klokkan 3.40 kom fyrsta fráboðanin í nátt um, at tað [...] fráboðan, og meira var ikki gjørt við tað. Stutt eftir – klokkan 4 í nátt – kom so ein fráboðan um fýrverk aftrat. Hesaferð var tað í vesturbýnum í Havn, og sama søga – ungir dreingir, sum vildu sleppa sær av
at umleggja ferðsluna á føroyskum vegunum til elmegi. Tí enn eru bara 0,29 prosent av akførunum í Føroyum drivin við elmegi. Sambært yvirliti hj á Akstovuni eru 110 akfør skrásett við el-motori av teimum
prosent. Næststørsti vøkstur er í Eysturoyar sýslu, har vøksturin var 170 fólk. Í hinum sýslunum lá vøksturin millum 56 og 98 fólk, tó uttan í Sandoynni og Suðuroynni. Í Sandoynni vaks fólkatalið við tveimum [...] Fríggjadagin bar Hagstova Føroya tey tíðindi, at fólkavøksturin í Føroyum seinastu tólv mánaðirnar, frá 1. mars 2015 til 1. mars 2016, var tann størsti í fjúrtan ár. Hetta tíðarskeiðið vaks fólkatalið við 626 fólkum [...] tveimum, meðan talan var um eina fólkaminking í Suðuroynni. 66 færri fólk búðu í Suðuroynni 1. mars 2016 enn 1. mars 2015. Um hugt verður eftir fólkavøkstrinum í prosentum, so er myndin nakað øðrvísi, har