Fríggjadagin bar Hagstova Føroya tey tíðindi, at fólkavøksturin í Føroyum seinastu tólv mánaðirnar, frá 1. mars 2015 til 1. mars 2016, var tann størsti í fjúrtan ár.
Hetta tíðarskeiðið vaks fólkatalið við 626 fólkum, og um hugt verður nærri at tølunum sæst, at tað serliga er høvuðsstaðurin, ið veksur.
Umleið helmingurin av vøkstrinum, 300 fólk, stavar nevniliga frá Tórshavnarøkinum. Hetta er ein prosentvísur vøkstur á 1,6 prosent. Næststørsti vøkstur er í Eysturoyar sýslu, har vøksturin var 170 fólk.
Í hinum sýslunum lá vøksturin millum 56 og 98 fólk, tó uttan í Sandoynni og Suðuroynni. Í Sandoynni vaks fólkatalið við tveimum, meðan talan var um eina fólkaminking í Suðuroynni. 66 færri fólk búðu í Suðuroynni 1. mars 2016 enn 1. mars 2015.
Um hugt verður eftir fólkavøkstrinum í prosentum, so er myndin nakað øðrvísi, har Havnin einans er á einum deildum triðja plássi.
Størsti prosentvøkstur er í økinum, ið Hagstovan, nevnir Streymoyar sýsla annars, har vøksturin var 2,1 prosent, meðan næststørsti vøkstur var í Vága sýslu, har vøksturin var 1,8 prosent.
Á einum deildum triðja plássi eru Tórshavnarøkið og Eysturoyar sýsla við einum vøkstri á 1,6 prosent.










