Í heyst verður farið undir nýggja fótbóltskapping í Føroyum, tá tað á fyrsta sinni verður skipað fyri kappingini Skúlafótbóltur. Fyriskipararnir siga, at ætlanin er, at skúlafótbóltur skal verða ein afturvendandi fótbóltskapping, sum verður skipað í Vági hvørt ár í heyst-, vetrar- og várhálvuni. Kappingin verður í Marghøllini í Vági
- Skúlafótbóltur hevur fokus á tað sosiala, á heilsu, á rørslu og á at fótbóltur er fyri øll. Umframt at talan er um ein fótbóltskapping, so er tað eisini ein týðandi partur av Skúlafótbólti, at talan verður um nakrar stuttligar og spennandi dagar saman við floksfelagum í egnum skúla, og floksfelagum á sama árgangi úr øðrum skúlum, stendur í tíðindaskrivinum.
Skúlafótbóltur er fyri árgangirnar frá 1. til 10. flokk, og miðnámsskúlarnir kring landið. Spælt verður bæði í dreingja- og gentuliðum, og í blandaðum liðum við dreingjum og gentum.
- Liðini skulu sum útgangspunkt ein dag til Vágs, har lið norðanfjørðs sleppa suður um morgunin og norðuraftur seinnapartin. Ymisku árgangirnar skulu til Vágs at spæla ymisk tíðspunkt, stendur í tíðindaskrivinum.
Liðini, sum vinna seg víðari til finaluumfar, skulu spæla á stórum felags finaludegi í Vági fyrst í mai 2019. Tað er ókeypis at vera við í kappingini.