Leygarmorgunin klokkan 11.30 verður Matiné í Havnar kirkju við musikkskúlanæmingum, sum spæla á ymisk ljóðføri. Birgitte Schnakenburg hevur fylgispæl.
Á hvørjum ári fara ungir føroyskir tónleikarar til Danmarkar at luttaka í Berlinsku tónleikakappingini. Hetta hava teir gjørt í nógv ár - við vissu síðan 1972. Kanska eisini áðrenn tað.
Luttakararnir skulu vera undir 17 ár og mest sum øll ljóðføri eru umboðað í kappingini. Ofta hava føroyingarnir klárað seg væl, og fyriskipararnir eru sera fegnir um, at føroyingar luttaka.
Í ár fara 11 ung úr Føroyum at luttaka:
Natali í Dali, violin
William Wilkinson, waldhorn
Døgg í Dímun, violin
Bjørt Holm, cello
Silas Gudmundur Hannesarson, violin
Anna Birna Bjarnastein Restorff, violin
Bergur Davidsen, violin
Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen, accordeon
Elin Rasmussen, violin
Sigrið Hansen, kontrabas
Jóanna Ridao Wang, violin
– Vælkomnin til matiné leygardagin, heilsa tey úr Havnar kirkju.
@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }