Heimir stórtrívist í HB (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna við komandi FM-vinnandi høvuðsvenjarin, um enn ikki hann vil viðganga tað

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við mannin sum við 99,8 prosents vissu er komandi FM-vinnandi høvuðsvenjarin í Føroyum, Heimir Guðjónsson. Tróndur Arge gjørdi samrøðuna aftaná Heimir Guðjónsson hevði sæð sínar menn vunnið 2-1 á NSÍ á heimavølli. 

 

Heimir Guðjónsson vil tó ikki kennast við, at hann hevur vunnið FM enn, og hann vísir á, at KÍ fer at gera alt komandi sunnudag fyri at forða HB í at taka FM-gullið heim norðuri í Klaksvík.

 

Fyri stuttum longdi Heimir sáttmálan við HB. Hann sigur, at hann stórtrívist í felagnum. At HB verður partur av evropeiskum fótbólti komandi summar hevur eisini motiverað Heimir at leingja við HB. Hann heldur HB verða eitt sera væl virkandi felag við nógvum sjálvbodnum fólki.

 

Tá Tróndur Arge vildi ynska HB-venjaranum tillukku við FM-gullinum tók Heimir ikki av hesaferð heldur. Heimir og HB hava tó fimm matchbóltar fimm tey seinastu umførini í Betrideildini. 

 

 

Samrøðan Tróndur Arge hevði við Árna Frederiksberg hjá NSÍ hoyrist HER

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge av málunum hjá HB, og samrøðan Tróndur Arge hevði við fyrra málskjúttan hjá HB, Dan í Soylu hoyrast HER