Skutu fýrverk í nátt

Løgreglan varð tvær ferðir boðsend í Havn í nátt, tí ungir dreingir skutu fýrverk.

 

Í nátt hevur løgreglan tvær ferðir verið úti í Havn og práta við ungar dreingir, sum hava skutu fýrverk. Vakthavandi á løgreglustøðini greiðir frá, at klokkan 3.40 kom fyrsta fráboðanin í nátt um, at tað varð skotið fýrverk í miðbýnum í Havn. Tá løgreglan síðani kom á staðið vísti tað seg, tað vóru tríggir dreingir, sum vóru ónøgdir við, at veðrið var so ringt nýggjársaftan, at teir ikki fingu skotið sítt fýrverk.

 

Løgreglan greiddi tí dreingjunum frá, at tað var ikki skilagott at fara út á miðjari nátt ein vanligan gerandisdag at skjóta, tí tað órógvar grannalagið. Vakthavandi greiðir frá, at dreingirnir skiltu hesa fráboðan, og meira var ikki gjørt við tað.

 

Stutt eftir – klokkan 4 í nátt – kom so ein fráboðan um fýrverk aftrat. Hesaferð var tað í vesturbýnum í Havn, og sama søga – ungir dreingir, sum vildu sleppa sær av við fýrverkið. Aftur hesaferð greiddi løgreglan dreingjunum frá, at tað ikki er skilagott at skjóta á miðjari nátt.

 

Í Føroyum er loyvt at skjóta fýrverk alt árið, meðan aðrar reglur eru í eitt nú Danmark. Har er bert loyvt at skjóta fýrverk í døgunum rundan um nýggjár.