alla mína orku til at fáa heildina so góða sum gjørligt. Eg skal sovna við einum setningi og vakna við einum setningi úr umsóknini. Um eg ikki geri tað, veit eg, at tað verður ikki gott, sigur Ólavur Gregersen [...] undirskrivaður í juni í ár. - Tað skal nógv arbeiði til, áðrenn tú fært teir fyrstu pengarnar. Og tað fyrsta ársverkið veitst tú ikki, um tú fært nakað afturfyri, tí tað eru verri enn so allar umsóknir [...] VÍSINDAVØKA: Tað heldur Ólavur Gregersen, stjóri á Ocean Rainforest, sum hevur skrivað søgu við fyri fyrstu ferð at fáa leiðsluna av eini stórari ES granskingarverkætlan til Føroya. Tað krevur nógv at
hava, at fleiri kommunur sleppa at leggja afturat Havnini. Tað er eitt stórt øki at røkja, sum krevur nógva fíggjarorku. Tí kann tað vera eitt gott hugskot at hava fólkaatkvøður í báðum støðum at vita, hvat [...] í Havn í dag. Hann sigur, at tað merkist, at nakað av áhuga er at skipa eitt samstarv millum Sandoynna og høvuðsstaðarøkið. Og hann heldur, at vit eiga at taka hetta til viðgerðar í góðari tíð, so vit [...] ikki fleiri fólk enn tað búgva á Norðasta Horni í Havn. Sandoyingar høvdu havt ein sera stóran fyrimun av at verið saman við Tórshavnar kommmunu, nú tunnilin letur upp, og farleiðin til høvuðsstaðin kann
Leipzig. Tað sá gott út, tá Raheem Sterling skoraði til 1-0, men Noah Okafor javnaði eitt korter fyri tíð. AC Milan -Dinamo Zagreb 3-1 Chelsea – Redbull Salzburg 1-1 Bólkur F: Tað bleiv ikki til tað stóru [...] Haifa. Tað vóru annars undirtippaðu heimamenninir, ið komu á odda til stóra gleði fyri viðhaldsfólkini. Lionel Messi svaraði aftur fyri hálvleik, áðrenn sami Lionel Messi sendi Kylian Mbappé avstað til 2-1 [...] Madrid – RB Leipzig 2-0 Bólkur G: Erling B. Haaland er ikki til at steðga. Heldur ikki fyrrverandi liðfelagirnir úr Borussia Dortmund kláraðu tað. Gestirnir vóru annars á odda við máli frá einum øðrum stórtalenti
Svenska forsætisráðfrúan, Magdalena Andersson, viðgongur at stjórn hennara hevur tapt valið. Tað ger hon á tíðindafundi í kvøld. – Eg fari í morgin at lata inn umsókn um at fara frá, sigur Magdalena Andersson [...] atkøvðurnar eru taldar. Harvið stendur borgarligi viongur – við Ulf Kristersson úr Moderaterna á odda – til at skulu royna at skipa nýggja stjórn. Teir borgarligu flokkarnir hava 175 ella 176 sessir ímóti 173 [...] Javnaðarflokkurin missir stjórnarvaldið, sigur Magdalena Andersson, at flokkur hennara hevur havt eitt gott val við størstu framdongd í 20 ár. – Eg eri errin og takksomu um, at fleiri enn tvær milliónir sviar
verður sagt, at einasta orsøkin til at tað ikki er kunngjørt frá føroyskari síðu er, at avtalan ikki er undirskrivað. Lagt verður afturat, at tað er sera sannlíkt at tað verður ein venjingarlandsdystur [...] vetur og tað kundi hent seg, at okkurt av luttakandi londunum sá ein samanhang at spæla móti Føroyum, sum er eitt lið, ið arbeiðir hart og er væl skipað. Tað gera tey flestu av veikaru londunum til eitt endaspæl [...] tá lutakastið hevur verið til komandi EM-undankappingina. Hetta fyri ikki at skula møta einum liðið, ið vit koma í bólk saman við. Tó verður lagt afturat, at kemur eitt gott tilboð, so verður helst tikið
leikliga omaná, men Ajax vístu eisini í løtum gott spæli, har liðið er framúr við bóltinum. Í seinna hálvleiki legði Liverpool enn størri trýst á gestirnar, men tað var helst Daley Bilnd, sum var nærmastur [...] Ajax stútaði stutt framvið. Tað endaði við, at Joel Matip skoraði upp á eitt hornaspark tveir minuttir fyri tíð. Liverpool – Ajax 2-1 Bólkur B Belgiska Club Brugge hevur fyri tað mesta verið góðbitar hjá [...] Jurgen Klopp og Liverpool, tá Joel Matip í seinastu minuttunum megnaði at fáa bóltin á málstrikuna til 2-1. Liverpool byrjaði annars væl og kom á odda 1-0 longu aftaná eitt korter tá Mohamed Salah skoraði
og tankar viðkomandi kann koma við til umboðsráðið og í øðrum lagi eisini nevndina. Til tað er uppgávan alt ov týdningarmikil og álvarslig. Eg vil sum tryggingartakari stutt sagt hava, at valevnini hugsa [...] hugsa um meg, heldur enn at eg skal hugsa um tey.” Vallyftir ynskjast Tað eru omanfyri 22.000 atkvøður tøkar til hetta valið. Tað er ein sera stórur partur av Føroya fólki, sum kann velja. Flestu hava lítið [...] ímóti. “Eg sigi fyri meg, at tað kemur ikki uppá tal at velja eitt valevni, sum ikki sigur mær, hví viðkomandi stillar upp, hvat hann ella hon ætlar sær at brúka sessin til, hvørjar førleikar, royndir og
enn ikki hava byrjað skúlagongdina, sernámsfrøðiligan stuðul. Tí er tað gott, at Sernám meldar greitt út nú, og blakar bóltin yvir til Landsstýrismannin Jenis av Rana, sum nú má koma við einum útspæli, [...] og aðra beinleiðis til landsstýrismannin! – Landsstýrismaðurin fer helst siga, at hann hevur givið Sernámi uppgávuna at røkja, ímeðan Sernám sigur, at vit hava ikki fingið pening til at røkja uppgavuna [...] - Nú Sernám greitt meldar út í brævi til dagstovnar, at tey ikki veita sernámsfrøðiliga ráðgeving longur, vil eg seta landsstýrismanninum í mentamálum, Jenis av Rana, sum eigur børnini, spurningin: – hvør
heildarskipan, sum stendur seg sera væl í hesum tíðum har tað eru stórar avbjóðingar á orkuøkinum. Okkara avbjóðingarnar taka seg upp, tá ið tað er ov lítið til av varandi orku úr vindi og vatni, og tá ið oljuprísurin [...] skipanin eigur sín part av æruni fyri góðu støðuna, vit eru í. Tað er ikki ov nógv sagt, at bygnaðurin í føroysku elskipanini er við til at halda føroyska elprísinum á einum rímiligum stigi, tá ið vit [...] londunum rundan um okkum, har fólk brynja seg til ringastu orkukreppu síðani sjeytiárini, metir Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Hann vísir á, at tvær høvuðsorsøkir eru til, at føroyski elprísurin er støðugur og
m undan koronufarsóttini. Tað eru fleiri menn í Føroyum enn tað eru kvinnur og uppgerðin hjá Hagstovuni vísir eisini, at tað eru fleiri menn á arbeiðsmarknaðinum enn tað eru kvinnur. Í august vóru um 14 [...] løntakarar í landinum, og tað eru gott og væl 260 løntakarar, ella eitt prosent meiri enn í august í fjør Seinastu tvey árini hevur vøksturin verið avmarkaður samanborið við gongdina í løntakaratalinum [...] Talið á fólki, sum er til arbeiðis í Føroyum, heldur fram at veksa – men nú er vøksturin verri enn so líka stórur, sum hann hevur verið. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í august í ár vóru 27.600