Svenska forsætisráðfrúan viðgongur tapið

– Eg fari í morgin at lata inn umsókn um at eg leggi frá mær, sigur Magdalena Andersson. Næstan allar atkvøðurnar eru nú taldar.

 

Svenska forsætisráðfrúan, Magdalena Andersson, viðgongur at stjórn hennara hevur tapt valið. Tað ger hon á tíðindafundi í kvøld.

– Eg fari í morgin at lata inn umsókn um at fara frá, sigur Magdalena Andersson nú, ið næstan allar atkøvðurnar eru taldar.

Harvið stendur borgarligi viongur – við Ulf Kristersson úr Moderaterna á odda – til at skulu royna at skipa nýggja stjórn.

Teir borgarligu flokkarnir hava 175 ella 176 sessir ímóti 173 ella 174 hjá reyða vongi, vísir fyribils úrslitið av  alinum. 

Hóast Javnaðarflokkurin missir stjórnarvaldið, sigur Magdalena Andersson, at flokkur hennara hevur havt eitt gott val við størstu framdongd í 20 ár. 

– Eg eri errin og takksomu um, at fleiri enn tvær milliónir sviar hava valt Javnaðarflokkin, sigur fráfarandi forsætisráðfrúan.

Við stuðli frá umleið 30,4 prosentum er flokkurin nógv størsti flokkur í Svøríki – framman fyri Svøríkisdemokratarnar og Moderaterna.

– Tá ein nýggj stjórn er komin upp á pláss fari eg at leiða Javnaðarflokkin í andstøðu, sigur Magdalena Andersson.

– Vit javnaðarfólk eru til reiðar at samstarva við øll, sum vilja vera partur av eini loysn upp á teir trupulleikar, sum Svøríki stendur fyri, sigur hon.

/ritzau/