Vil kanna møguleikan at leggja Sandoynna og Havnina saman

Tað kundi verið ein fyrimunur at Sandoyggin legði saman við Tórshavnar Kommunu

– Er tíðin komin at lima Sandoynna inn í Tórshavnar kommunu? Tann spurningin setir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn í dag. Hann sigur, at tað merkist, at nakað av áhuga er at skipa eitt samstarv millum Sandoynna og høvuðsstaðarøkið. Og hann heldur, at vit eiga at taka hetta til viðgerðar í góðari tíð, so vit fáa hugsanir fram í báðum støðum, um hetta er ein gongd leið, ella ikki

 

– Tað fer ongantíð at vera nøkur meining í at leggja kommunurnar í Sandoynni saman tí talan verður framvegis um eina lítla kommunu. Ein kommuna upp á 1200 - 1500 fólk, megnar onki, tá ið aðrar kommunur leggja saman og eru upp á fleiri túsund fólk. Tí verður torført at halda tænastustigið, og tí kundi tann besta loysnin hjá Sandoynni verið at lagt saman við Tórshavnar kommunu, sigur Heðin Mortensen.

 

Áður hevur verið tosað um samanlegging við Sandoynna. Einaferð vildu skúvoyingar eisini sleppa at leggja saman við Havnini. Tríggjar oyggjar eru longu í høvuðsstaðarkommununi, Nólsoy, Hestur og Koltur.

 

– Í Sandoynni eru ikki fleiri fólk enn tað búgva á Norðasta Horni í Havn. Sandoyingar høvdu havt ein sera stóran fyrimun av at verið saman við Tórshavnar kommmunu, nú tunnilin letur upp, og farleiðin til høvuðsstaðin kann avgreiðast eftir 20 minuttum. Hinvegin hevði Havnin eisini fingið stórar fyrimunir av eini samanlegging, sigur borgarstjórin í Havn.

 

– Tænastustigið í høvuðsstaðnum er høgt, eitt nú í eldrarøktini, og eisini á mentanarliga og ítróttarliga økinum, og somuleiðis á útbúgvingarøkinum. Hesum kundu sandoyingar havt stórar fyrimunir av. Hinvegin hevur høvuðsstaðarkommunan hevur tørv á landi og keikanti til virki og samferðslu.

 

– Tænastustigið hjá sandoyingum hækkar munandi, tá ið koyrandi er til Havnar, tí tilboðini eru mest og best í høvuðsstaðarkommununi. Men vit eiga at kanna, um eitt samstarv ikki kann ganga báðar vegir, so vit øll fáa fyrimunir av tí, sigur Heðin Mortensen.

 

Hann sigur, at endamálið hjá honum er ikki at loypa øði í grindina og at vera avgjørdur um nakað sum helst enn. Hann heldur bara, at vit eiga, í góðari tíð, at kanna um áhugi er fyri at leggja saman, og hvørjir møguleikar liggja í tí

 

– Skulu vit leggja fleiri kommunur saman, mugu vit fyrst spyrja borgaran, um teir yvirhøvur vilja hava, at fleiri kommunur sleppa at leggja afturat Havnini. Tað er eitt stórt øki at røkja, sum krevur nógva fíggjarorku. Tí kann tað vera eitt gott hugskot at hava fólkaatkvøður í báðum støðum at vita, hvat fólkið heldur, sigur Heðin Mortensen.

 

- Henda spurningin eiga vit at taka upp. Tí alternativið er, at vit taka eina greiða støðu um, at nú skal Havnin ikki verða størri. Tað var kanska okkara støða fyri mongum árum síðan, men í dag kann væl vera, at tað var ein fyrimunur, at Sandoyggin verður ein partur av høvuðsstaðarøkinum, nú vit eru sambundin bæði landafrøðiliga og samferðsluliga, sigur Heðin Mortensen.