Haaland knústi sínar egnu

Champions League: Erling B. Haaland skoraði avgerandi málið móti fyrrverandi liðfeløgunum úr Borussia Dortmund

Í kvøld vóru seinnu dystirnir í 2. umfari í bólkaspælinum í Champions League. Manchester City og Erling B. Haaland knúgvaðu Borussia Dortmund, sum er fyrrverandi felagið hjá norsku málmaskinuni.

 

Bólkur A:

Napoli vann 3-0 í útsetta dystinum móti Rangers á Ibrox í Glasgow. Tað var dramatikkur, tá Napoli brendi brotsspark, fyri síðani at upp á returin og fáa málið kolldømt, tí málverjin hjá Rangers ikki stóð á strikuni.

 

Løtu seinni var aftur brotsspark, sum Matteo Politano umsetti til mál. Móti endanum øktu innskiftu Giacomo Raspadori og Tanguy Ndombele, eftir at Rangers fekk ein spælara útvístan. Napoli hevur fult stigatal, meðan Rangers einki stig hevur eftr tveir dystir.

 

Rangers – Napoli 0-3

 

Bólkur E:

 

AC Milan fekk kroatiska Dinamo Zagreb niður aftur á jørðin, eftir at gestirnir á San Siro vunnu á Chelsea. AC Milan vann 3-1 við málum frá Oliver Giroud, Alexis Saelemaekers og Tommaso Pobega.

 

Chelsea og Graham Potter fingu ikki eina dreymabyrjan. Eftir ósigurin, ið kostaði Thomas Tuchel starvið, var kravið ein sigur á Samford Bridge móti eysturríska RB Leipzig. Tað sá gott út, tá Raheem Sterling skoraði til 1-0, men Noah Okafor javnaði eitt korter fyri tíð.

 

AC Milan -Dinamo Zagreb 3-1

 

Chelsea – Redbull Salzburg 1-1

 

Bólkur F:

 

Tað bleiv ikki til tað stóru gleðina í Ukreina, tí Shakhtar Donetsk megnaði ikki at knekka gestirnar úr Celtic, sum eisini komu á odda. Stórtalentið, Mykhailo Mudryk, javnaði fyri Shakhtar Donetsk, sum er á øðrum plássi við fýra stigum.

 

Tað tók eina løtu hjá Real Madrid at fáa mál, men tá samanumkom vann spanska høvðusstaðarfelagið 2-0. Málini skoraðu Federico Valverde og Marco Asensio. Real Madrid hevur fult stigatal, meðan Leipzig einki stig hevur.

 

Shakhtar Donetsk – Celtic 1-1

 

Real Madrid – RB Leipzig 2-0

 

Bólkur G:

 

Erling B. Haaland er ikki til at steðga. Heldur ikki fyrrverandi liðfelagirnir úr Borussia Dortmund kláraðu tað. Gestirnir vóru annars á odda við máli frá einum øðrum stórtalenti, nevniliga Jude Bellingham. Hann er nú tann enski spælarin, ið hevur skorað flest mál í Champions League sum tannáringur.

 

Manchester City svaraði aftur við dundur skoti frá John Stones, og síðani eitt framúr mál frá Erling B. Haaland. Í besta Zlatan Ibrahimovic stíli karatesparkaði hann bóltin í málið, eftir eins hegnisligt uttaru síðu innlegg. Manchester City hevur fult stigatal.

 

Einki mál kom í Parkini, har Sevilla var á vitjan hjá FCK. Bæði taptu í fyrsta umfari og hava nú eitt stig í part. Tað endaði við málleysum javnleiki.

 

Manchester City – Borussia Dortmund 2-1

 

FCK – Sevilla 0-0

 

Bólkur H:

Kylian Mbappé, Neymar og Lionel Messi komu allir á máltalvuna, tá PSG vann ein pliktsigur á Maccabi Haifa. Tað vóru annars undirtippaðu heimamenninir, ið komu á odda til stóra gleði fyri viðhaldsfólkini.

 

Lionel Messi svaraði aftur fyri hálvleik, áðrenn sami Lionel Messi sendi Kylian Mbappé avstað til 2-1 málið. Umstríddi Neymar setti punktum við máli til 3-1. Hann bæði vísti gott spæl, og tvætlaði sítt tvætl við at tveita seg runt á vøllinum og skeldast við mótstøðuspælararnar

 

Juventus nærkast kreppu. Heima í Torino taptu siðursvanda italska stórfelagið 2-1 móti Benfica, sum saman við PSG hevur fult stigatal.

 

Maccabi Haifa – PSG 1-3

 

Juventus – Benfica 1-2