Tað veksur framvegis – men ikki so nógv

Munurin ímillum kvinnur og menn er at kalla tann sami sum fyri einum ári síðani

Talið á fólki, sum er til arbeiðis í Føroyum, heldur fram at veksa – men nú er vøksturin verri enn so líka stórur, sum hann hevur verið. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í august í ár vóru 27.600 løntakarar í landinum, og tað eru gott og væl 260 løntakarar, ella  eitt prosent meiri enn í august í fjør Seinastu tvey árini hevur vøksturin verið avmarkaður samanborið við gongdina í løntakaratalinum undan koronufarsóttini.

 

Tað eru fleiri menn í Føroyum enn tað eru kvinnur og uppgerðin hjá Hagstovuni vísir eisini, at tað eru fleiri menn á arbeiðsmarknaðinum enn tað eru kvinnur. Í august vóru um 14.100 menn og 13.500 kvinnur løntakarar. Tað er um 130 menn og 130 kvinnur fleiri enn sama mánað í fjør, og sum heild er kynsbýtið ikki broytt hetta seinasta árið

 

Nógv størsti vinnuvegur í Føroyum eru tænastuvinnurnar. Í august vóru 10.084 fólk í almennu tænastuvinnuni og 9.327 fólk í privatu tænastuvinnuni. Í tænastuvinnunum hevur vøksturin verið javnur seinastu árini. Men í bólkinum, sum eitur  byggivinna og onnur tilvirking, minkaði løntakaratalið í 2020 eftir at hava vaksið í fleiri ár. Í 2021 stóð løntakaratalið í stað, men í ár er talið aftur minkað nakað og har eru nú 4.000 fólk til arbeiðis.

 

Í bólkinum sum eitur fiskivinna og onnur tilfeingisvinna, eru sveiggini í løntakaratalinum størri enn í hinum vinnugreinabólkunum, men síðani aldudalin í 2011 sæst ein greiður vøkstur. Hesi árini eru løntakararnir í hesum vinnugreinabólkinum vorðnir umleið 700 fleiri - úr 3.500 upp í umleið 4.200, sum tað eru nú.