Fyrru dystirnir í 2. umfari í bólkaspælinum í Champions League hava verið í gjár. Størst trýst var á Liverpool, sum tó slapp við skrekkinum.
Bólkur A:
Trýstið lætnaði á Jurgen Klopp og Liverpool, tá Joel Matip í seinastu minuttunum megnaði at fáa bóltin á málstrikuna til 2-1. Liverpool byrjaði annars væl og kom á odda 1-0 longu aftaná eitt korter tá Mohamed Salah skoraði fyri fyrsti ferð í átta Champions League dystum.
Ajax svaraði aftur, tá fyrrverandi Superliga-spælarin, Mohammed Kudus, knallaði bóltin upp í trýkantin og í mál. Liverpool var leikliga omaná, men Ajax vístu eisini í løtum gott spæli, har liðið er framúr við bóltinum.
Í seinna hálvleiki legði Liverpool enn størri trýst á gestirnar, men tað var helst Daley Bilnd, sum var nærmastur at skora, tá verjuspælarin hjá Ajax stútaði stutt framvið. Tað endaði við, at Joel Matip skoraði upp á eitt hornaspark tveir minuttir fyri tíð.
Liverpool – Ajax 2-1
Bólkur B
Belgiska Club Brugge hevur fyri tað mesta verið góðbitar hjá hinum í Champions League, men í ár er øðrvísi. Fyrst vunnu teir 1-0 á Leverkusen, og í gjár vunnu teir heili 4-0 í Portugal móti FC Porto og hava fult stigatal.
Bayern Leverkusen hevur fingið eina vánliga byrjan upp á kappingarárið, men nú sær út til, at skútan byrjar at venda. Við tveimum málum seint í uppgerðini móti Atletico Madrid hevur týska felagið fingið síni fyrstu stig.
Bayern Leverkusen – Atletico Madrid 2-0
FC Porto – Club Brugge 0-4
Bólkur C:
Robert Lewandowski var aftur í Munchen, eftir skiftið í summar til FC Barcelona. Hann hevði møguleikarnar at skjóta mál, men tá Bayern Munchen fyrst fekk hol á, so fóru teir avstað við sigrinum. Lucas Hernandez og stórspælandi Leroy Sane skoraðu málini. Inter Milan vann ein favorittsigur í Tjekka móti Viktoria Plzen.
Viktoria Plzen – Inter Milan 0-2
Bayern Munchen – FC Barcelona 2-0
Bólkur D:
Sporting Lisbon vann ein flottan 2-0 sigur á Tottenham. Hetta er fyrstu ferð, at portugisiska liðið vinnur ein Champions League dyst móti einum enskum mótstøðuliði. Bæði málini komu móti dystarenda. Eintracht Frankfurt vann 1-0 í suðurfranska býnum Marseille. Málskjútti var danski Jesper Lindstrøm.
Sporting Lisbon – Tottenham 2-0
Marseille – Eintracht Frankfurt 0-1