Býráðsformaðurin á Tvøroyri sigur, at tað hevur verið ein øgilig menning á hesum øki seinastu árini. ? Tí eiga vit ikki at lata ræða av royndunum, vit gjørdu við katamaraninum Hornoy, sum vit leigaðu til [...] summarið síðst í sjeytiárunum. ? Katamaranarnir, sum fáast nú á døgum kunnu als ikki samanberast við Hornøy. Í dag fáast katamaranar sum eru líka stórir, og væl størri enn Smyril. Teir sigla 40-50 fjóðringar [...] er ringt viðhvørt. Kanska eru tað 10 dagar um árið, at hann ikki kann sigla. Men tað haldi eg, at vit kunnu offra fyri eitt frálíkt amband 350 dagar um árið. Hann vísir eisini á, at slík skip sigla so skjótt
londunum eru nú lokalir bólkar sum tosa um at fasta móti bilnýtslu. Katólska og protestantiska kirkjan í Eysturríki eru farnar saman í hetta serstaka føstuátakið, sum nú verður skipað triðja árið á rað. Í [...] er ikki nøgt við bert at heita á fólk um at seta bilin frá sær. Átakið tosar eitt greitt um kollektivan flutning og súkkling. - Í øllum bispadømum í Eysturríki eru nú skipað lottarí?ir, har vinningurin [...] Ein kirkjulig rørsla í Eysturríki og Týsklandi heitir á fólk um ikki at brúka bilin í føstuni. - Vit ynskja at gera fólk tilvitað um, hvat privatbilurin ger við tey og umhvørvið, sigur Katharina Kampf
annar eisini! Verið nú treystir og latið ikki afturhaldskreftirnar køva tykkum! Næsta stig á talleiðini kann nú vera ein fundur, har m. o. mentaráðharrin og stjórin í Kringvarpinum eru við. Har ber so til [...] føroyingar, hvussu nógv lættari og einfaldari tað hevði verið, um vit fóru aftur til føroysku tølini! Við talkvøðu Á Borg á Argjum á niklasarmessu 2006 [...] til at avtala, hvussu vit koma víðari við føroyska talstrevinum. T. d. kundu vit byrjað við at latið føroysku tølini komið inn í V 4 og Gekkin!?! Í skúlunum kundu børnini í fyrsta flokki kanska byrjað sína
rættis hesa ferð. – Vit hava so fingið 21 tilmeldingar, sum er meira enn væntað, tí skotbráið var so stutt. Av hesum eru fýra unglingar og ein kvinna. Vit gleða okkum at koma í gongd og eru spent at royna teinarnar [...] 70 kilometrar. Startur og mál eru á Effo á Tvøroyri, og súkklað verður av Tvøroyri til Fámjins og síðani um Hovsegg til Lopra, har vent verður og súkklað beina leið aftur á Tvøroyri, eisini tann vegin um [...] startur og mál eru við Plantusøluna í Hoydølum. Súkklað verður úr Havn til Kaldbaks og aftur. – Tað hevur ligið í kortunum, at vit í ár bara skuldu hava hetta sum eina einstaklingakapping, men nú tað nærkast
Tað er eisini álvarsamt á tí politiska vøllinum í hesum døgum, nú vit nærkast endanum á valskeiðnum. At tað gula kortið fleiri ferðir hevur verið á lofti er eingin loyna, men nú hendi so tað, at ein la [...] og tað eru fleiri, sum hótta við at siga upp, um teir ikki fáa í minsta lagi 200 milliónir fyri at spæla víðari, og teir eru væl stuðlaðir av sínum viðhaldsfólkum eftir, hvat, ið frættist. Vit, sum sita [...] passivar, inntil vit verða boðsendir at koma til valborðið og niðurteljingin er byrjað til henda stóra dag. Tað verða nógv borð dekkað í hesum døgum, jólafrokostarnir eru í hæddini og rættirnir eru nógir at velja
Samfelagsmenning og samfelagsgongd kemur ikki dalandi niður úr erva. Tað eru vit sjálvi, sum skulu skapa menningina, og tað eru vit sjálvi, sum skulu stýra gongdini. Hvat fer at henda? Og hvat er tað, sum menn [...] verður, at pensjonistabólkurin, tað eru tey yvir 65 ár, fer at veksa úr teimum 6200, sum eru í dag, til gott og væl 10.000 um knappliga 40 ár. Hetta er ein vøkstur upp á gott og væl 60%. Samstundis veksur [...] veksur bólkurin av teimum, sum eru í vinnuførum aldri, tað eru tey millum 20 og 64 ár, úr teimum gott og væl 24.000, sum eru í dag, til 29.000 um knappliga 40 ár. Hesin vøkstur er uml. 20%. T.v.s. at pensj
Articon, um at byggja nýggja høvuðssæti bankans á Húsagarði. Tað er púra vanligt at gera partalags avtalur seinastu árini. Tað hevur verið gjørt við nýggja skúlanum á Argjahamri, Føroya Tele bygningin og Boð [...] Boðanesheimið. Tað er mest fyri at spara tíð, at vit hava valt hendan framferðarháttin, sigur Janus Petersen. Hann vísir á, at tað fyriliggur ein avtala við Tórshavnar býráð um, at bankin skal vera úti úr [...] fyri byggingini, men tað gjørdist so Articon. Á henda hátt kann Articon so eisini verða við í tilgongdini av projekteringini, sigur Janus Petersen. Tað eru MAP Arkitektar, ið hava tekna nýggja bygningin
kloakkir út á streymasjógv. Stórur partur av sjálvari Havnini hevur fingið nýggja kloakkskipan, og fyri tveimum árum síðani fekk Hestur eisini nýggjar kloakkir. Seinast er túrurin so komin til Nólsoyar [...] hevur merkt, at vit hava verið noyddir at arbeiða longri dagar fyri at halda tíðarætlanina, sigur Frank Hellisdal. Landsstýrið boðaði fyri nøkrum árum síðani frá, at ein kunngerð var á veg um, at eingin [...] fyri at nýggja kloakkskipanin skal kunna leiðast út á streymasjógv, er neyðugt við hesum pumpubrunnunum. - Kloakkin verður leidd norður um kirkjuna og út á sjógv norðanfyri grótkastið, sum er lagt út frá
Prince á Christiania. Kioskirnar eru ikki so nógvar í tali, men tað eru básarnir á høvuðsgøtuni hinvegin. Henda gøtan ber ikki einkisigandi navn so sum Palermovej ella Dronningensgade. Vegurin úti á Amager [...] avtala merkir, at vit fáa meiri av tí, vit hava ov mikið frammanundan«, hava Unge Christianitter sagt. Enn eitt stig á vegnum Christiania er romantiskt. Christiania er ræðuligt. Meiningar eru mangar og myturnar [...] ið á Nørrebro varð tikið niður í 2007, mátti løgreglan brúka orkuna upp á trupulleikarnar, sum stóust av tí, og so líðandi komu básarnir á Pusher Street aftur til sjóndar. Í dag er sølan av hassj á Pusher
Avvarðandi mótmæla, at trý búfólk á einum sambýli verða tvangsflutt í hvør sítt heraðshorn Tað eru bygnaðarbroytingar í almannaverkinum, sum eru orsøkin til, at trý búfólk á einum sambýli verða tvangsflutt [...] soleiðis í mótmælinum: » Vit avvarðandi at trimum búfólkum, sum skulu flytast ella sum longu eru tvangsflutt, umframt avvarðandi hjá teimum báðum, sum skulu vera búgvandi á adressuni, eru skelkað! Tey trý fólkini [...] støðu. Vit avvarðandi mótmæltu flytingini, tí vit meta, at tað er valdsmissnýtsla at tvangsflyta fólk, sum ynskja at búgva saman! Og vit hava mótmælt til denna dag. Um fólkini bara blivu flutt á aðra adressu