Súkkla avstað í kvøld

KS Kring Føroyar fer av bakkastokki í kvøld og fevnir um fýra teinar, áðrenn vinnarin er funnin sunnukvøldið. Enn er ikki greitt, um talan verður um liðkapping ella bara einstaklingakapping

Árliga súkklukappingin, sum Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri og hesa ferð eitur KS Kring Føroyar, byrjar í kvøld við einum 30 kilometra prologi í kvøld klokkan 19, har bæði startur og mál eru við Plantusøluna í Hoydølum. Súkklað verður úr Havn til Kaldbaks og aftur.

– Tað hevur ligið í kortunum, at vit í ár bara skuldu hava hetta sum eina einstaklingakapping, men nú tað nærkast, eru fleiri farin at spyrja eftir, um vit ikki kunnu koyra tað sum liðkapping, eins og tey bæði síðstu árini. Tann spurningin mugu vit so taka støðu til í kvøld ella í morgin, sigur Gunnar Dahl-Olsen, sum saman við Sverra Mohr Edvinsson hevur lagt kappingina til rættis hesa ferð.

– Vit hava so fingið 21 tilmeldingar, sum er meira enn væntað, tí skotbráið var so stutt. Av hesum eru fýra unglingar og ein kvinna. Vit gleða okkum at koma í gongd og eru spent at royna teinarnar, ið eru øðrvísi enn teir hava verið undanfarnu árini.


Tvey umfør sunnudagin

Í morgin verður súkklað í Suðuroynni, har rutan tó er broytt í mun til undanfarin ár, og samlaði teinurin er um 70 kilometrar. Startur og mál eru á Effo á Tvøroyri, og súkklað verður av Tvøroyri til Fámjins og síðani um Hovsegg til Lopra, har vent verður og súkklað beina leið aftur á Tvøroyri, eisini tann vegin um Hovsegg. Rutan hjá ungum og motiónistum er ikki so long, tí teir súkkla beinleiðis til Hovs og aftur á Tvøroyri.

Sunnudagin verður fyrst fjallaeinkultstartur klokkan 9 um morgunin, tá súkklað verður frá Hotel Føroyum og niðan á Sornfelli, sum er umleið 15 kilometrar. Hetta er ein einkultsstartur, ið tosað hevur verið um í mong ár, men sum nú endiliga verður royndur.

Seinni teinurin sunnudagin, sum er umleið 70 kilometrar, byrjar klokkan 16 á Vaglinum í Havn, og síðani verður koyrt norðureftir umvegis Kaldbakstunnilin og so aftur til Havnar eftir Oyggjarvegnum. Í Havn verður koyrt eftir Ringvegnum og síðani R.C. Effersøesgøtu niðan í Gundadal og oman í Áargeil, har koyrt verða seks ferðir rundan um Gundadal, áðrenn endaliga málið er við Effo-støðina har.

Tann fyrstu súkklarin kemur væntandi til Havnar umleið klokkan 17.15, og so verður súkklað runt í Havnini í hálvan tíma til trý korter, áðrenn komið verður á mál. Ætlanin er at heiðra vinnararnar umleið klokkan 19.