Fyri okkum, sum vilja taka ábyrgd!

Nú noyddust vit so aftur at hoyra hasa óhugnaligu niðurgering av føroyingum, ein málburður, sum lutar okkum øll sundur í ábyrgdarfullar og ábyrgarleysar føroyingar.

Her verður hugsað um miðvikuna í Útvarpi Føroya frá 12.07. í ár, sum varð endursend dagin eftir. Hesaferð var tað okkara løgmaður, sum annars altíð hevur ein siðiligan og fólkaligan atburð. Higartil hevur tað meira verið amboðskassin hjá varaløgmanni, sum hevur átt slíkar lýsingar.

Sum viðmerking til tey góðu fíggjarligu og búskaparligu viðurskiftini í Føroyum í dag, meðan vit enn eru í ríkisfelagsskapi, segði løgmaður at hann gleddist yvir støðuna, men legði so afturat: »At hendan støðan er nakað serligt fyri okkum, sum vilja taka ábyrgd av hesum landinum«.


Hvør vísir ikki ábyrgd?

Hóast spurningurin er settur óteljandi ferðir áður, fari eg tó enn einaferð at spyrja okkara løgmann, hvar vit finna tann føroyingin, sum ikki vil taka ábyrgd av okkara góða landi?

Er tað nú veruliga so spinnandi galið, at tað er meira ábyrgdarfult, at økja um okkara sjálvræði við pantseting og lántøku, heldur enn at gjalda, og serliga nú har okkara gjaldføri er sera gott?

Hví er tað ein ábyrgdarleysur politikkur at menna og útbyggja okkara sjálvstýri í mun til okkara egnu umsitingarligu og fíggjarligu førleikar?


Hví ikki brúka góðu

møguleikarnar?

Umstøðurnar fyri at vísa veruliga ábyrgd við at útbyggja verandi sjálvstýri munandi, hava ongantíð verið so góðar sum júst nú, men tíverri hevur landsstýrið ikki gjørt brúk av hesum góða møguleika. Samgongan kennir bert eina loysn, og tað er loysing og fullveldi.


Hin sjálvberandi

búskapurin gloymdur

Samgongan veit, at hon kann fáa fullveldi og loysing í ár um hon bert vil gjalda tað, sum ein slík avgerð kostar, men tað vil samgongan ikki. Hon setur ístaðin krøv um, at danir í 15 ár skulu gjalda okkum milliardaupphæddir fyri okkara politisku avgerðir. Hetta krav setir samgongan við ávísing til avtaluna frá 10. juni 1998. Í hesi avtalu bindur danska stjórnin seg til at virka fyri, at minka blokkstuðulin á ein slíkan hátt, at Føroyar fáa ein sjálvberandi búskap.

Men hvat hevur samgongan gjørt fyri at fylgja hesi avtalu, og hvussu nógv hevur samgongan roynt at minka um blokkstuðulin? Púrt einki! Hon hevur ístaðin HÆKKAÐ blokkstuðulin, og hevur somuleiðis einki gjørt, sum ger tað lættari at lækka nevndu veiting ? samanber ávaringarnar frá Bjarna Djurholm, fíggjarnevndarformanni.


Danir skulu bert

veita og gjalda

Álitið hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum í Uttanlandsnevndini er hinvegin í góðum samsvari við umrøddu avtaluna frá 10. juni 1998. Um samgongan veruliga meinar nakað við at taka ábyrgd, ja so er bara at taka undir við nevnda áliti. Tað er sostatt heilt burturvið at geva dønum skuldina fyri, at samráðingarnar nú eru fastlæstar, tað má eisini sigast, at vera ein løgin samráðingarháttur, har tann eini parturin dugir væl at seta krøv, meðan hin partrin bert skal veita og gjalda, uttan at hava nakra ávirkan á tað, sum goldið verður fyri.


Skulu teir hava

fíggjarliga revsing?

Slík mannagongd minnir mest um ein, ið er dømdur sekur og skal inn at sita og har umframt at gjalda milliardaupphædd í 15 ár til tann sakleysa.

Álvaratos, er hetta veruliga tað, sum ein tinglimur hjá Fólkaflokkinum nú kallar fyri eina virðiliga loysn?


Tórshavn tann 18.07.  

Trygvi F. Guttesen  hagtøl eru hjálpiamboð og ikki avgerandi stýringsamboð.

Samfelagsmenning og samfelagsgongd kemur ikki dalandi niður úr erva. Tað eru vit sjálvi, sum skulu skapa menningina, og tað eru vit sjálvi, sum skulu stýra gongdini.


Hvat fer at henda?

Og hvat er tað, sum menn rokna við fer at henda, og hví hendir tað?

Høvuðstrupulleikin er tann skeivleiki, sum fer at koma í ta pyramiduna, sum hevur við aldurssamansetingina at gera. Tað gerast alt fleiri pensjonistar, meðan bólkurin við fólki í vinnuførum aldri verður lutfalsligari minni.

Sagt verður, at pensjonistabólkurin, tað eru tey yvir 65 ár, fer at veksa úr teimum 6200, sum eru í dag, til gott og væl 10.000 um knappliga 40 ár. Hetta er ein vøkstur upp á gott og væl 60%. Samstundis veksur bólkurin av teimum, sum eru í vinnuførum aldri, tað eru tey millum 20 og 64 ár, úr teimum gott og væl 24.000, sum eru í dag, til 29.000 um knappliga 40 ár. Hesin vøkstur er uml. 20%.

T.v.s. at pensjonistabólkurin fer at veksa nógv skjótari enn bólkurin í vinnuførum aldri, og tí fer forsyrgjarabyrðan at veksa. Tað merkir so aftur, at har tað í dag eru fýra fólk í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist, verða tað um 40 ár bert trý í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist. Forsyrgjarabyrðan veksur, tí tað gerast lutfalsliga færri til at gjalda yvir skattin tað, sum fer til pensjónir og umsorgan.

Men somu hagtøl vísa eisini, at gongdin seinastu 30 til 40 árini hevur verið júst tann sama, sum vit kunnu vænta okkum næstu 30 til 40 árini. Og seinastu árini hevur tað gingið stútt framá, so hví ikki heldur siga, at vit taka hetta sum eina avbjóðing, og at útbyggingin sjálvandi skal halda áfram.

Og hví veksur pensjonistabólkurin lutfalsiga í mun til tann vinnuføra bólkin? Jú, fyri tað fyrsta, tí vit, sum nú eru um miðalaldur fingu færri børn og fyri tað næsta, tí at livialdurin hækkar. Men hetta við livialdrinum er jú eyðkenni fyri framkomin samfeløg og hevur leingi verið ein málsetningur innan heilsuøkið. Hetta er ikki eitt eyðkenni fyri tilafturskomin lond. Tí er tað nakað av einum paradoksi, at hetta skal fáa heitið ein tikkandi bumba fyri framtíðarsamfelagið.

Lat okkum tí avmontera hesa pensjónsbumbuna í føðingini, tí annars er vandi fyri, at hon verður politiskt misbrúkt til at skrúða hetta samfelagið annaðleiðis saman. Man kann jú gera sær trupulleikar fyri at fáa eina orsøk til at gjøgnumtrumfa ein ávísa politiska ætlan.


Pensjónsskipanir

Ikki tí, tað eru nú mong ár síðan, at politikkarar bæði her heima og rundan um okkum fóru at tosa um, at tað fór at gerast alt meira trupult at fíggja pensjónirnar yvir skattin, og tí mátti onnur loysn finnast. Fram í ljósið komu loysnir, sum bygdu á ymisk prinsippir, t.d. at pensjónirnar skuldi arbeiðsmarknaðurin taka sær av, meðan aðrir mæltu til, at hvør lønmóttakari skuldi sjálvur skipa fyri egnum pensjónsviðurskiftum, meðan uppaftur aðrir tosaðu um, at hetta skuldi síggjast sum ein almenn uppgáva.

Tí síggja vit eisini ymiskar pensjónsskipanir í teimum ymisku londunum. Týskland hevur latið hetta upp í hendurnar á arbeiðsmarknaðinum, Ongland hevur latið tað upp í hendurnar á hvørjum einstøkum, meðan vit um okkara leiðir enn halda fast um ein ávísan solidaritet við almennum pensjónum.

Men vit kenna tó eisini munin í dagsins politikki her í Føroyum. Samhaldsfestið hevur fingið harða kapping frá egoismuni. Høgra rákið hevur bjóðað vinstravonginum av í pensjónsspurninginum.

Teir borgarligu mæla nú til, at hvør sætar sær, og tí vilja teir hava eina fólkatrygging. Vit skulu sjálvi taka ábyrgd av egnum aldurdómi, verður sagt. Man hevur ábyrgd fyri sær sjálvum og ikki av øðrum. Hetta er egoisman, tá hon er best. T.v.s. at hvør tryggjar seg sum frægast við einum ávísum prosenti av lønini. Tað hevur verið nevnt, at hvør lønmóttakari skal gjalda inn 10% av lønini. Hetta er ein møguleiki fyri tey við góðum lønum, men tað kemur sanniliga at sansa at hjá nógvum tímaløntum og øðrum í tí dagliga at skulu gjalda 10% av lønini til pensjón. Og sum skilst, so skal arbeiðsgevarin ikki gjalda.

V. ø. o. tann munur, sum er í okkara arbeiðsføra aldri, har nøkur tjena nógv og onnur minni, hann verður varðveittur í pensjónsárunum. Og fyri tey, sum ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum m.a. heimaarbeiðandi mammur, tey arbeiðsleysu og tey brekaðu, har verður ein píningur av einari almennari pensjón. Alt í alt ein skipan, har tey fáu fáa ov nógv, og tey mongu ov lítið.


Framhald

Jóannes Eidesgaard