Eyðun á Borg
Sera hugaligt at hoyra tey góðu, gomlu, einføldu, føroysku tølini aftur í loftmiðlunum (sjeytifimm, sekstiátta o.s.fr.).
Stóra tøkk, tit djørvu undangongumenn: Jónheðin Tróndheim og Zacharias Sørensen í Útvarpi Føroya, Øssur Winthereig í Sjónvarpi Føroya, Símin Hansen í Lindini og kanska onkur annar eisini!
Verið nú treystir og latið ikki afturhaldskreftirnar køva tykkum!
Næsta stig á talleiðini kann nú vera ein fundur, har m. o. mentaráðharrin og stjórin í Kringvarpinum eru við. Har ber so til at avtala, hvussu vit koma víðari við føroyska talstrevinum. T. d. kundu vit byrjað við at latið føroysku tølini komið inn í V 4 og Gekkin!?!
Í skúlunum kundu børnini í fyrsta flokki kanska byrjað sína skúlagongd við føroysku tølunum!?!
Hugsið tykkum, føroyingar, hvussu nógv lættari og einfaldari tað hevði verið, um vit fóru aftur til føroysku tølini!
Við talkvøðu
Á Borg á Argjum á niklasarmessu 2006