Tað sæst í heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum, sum í løtuni verður løgd fram í Smæruni í Havn.
Har vísir Búskaparráðið á, at minkingin í toskakvotuni verður tó uppvigað av høgum toskaprísum, og prísurin á markeli er eisini hækkaður, tí meginparturin av makrelinum er fiskaður í bretskum sjógvi, tá ið góðskan er best.
Við laksaútflutninginum er støðan øvugt. Har er framleiðslan nógv økt í ár, meðan prísurin er lækkaður. Ein stórur partur av laksinum verður útfluttur til USA, og tollurin á føroyskar vørur, sum verða útfluttar til USA, er øktur til 10%.
Tollur er ikki jaligur fyri føroysku vinnuna, tó fáa Føroyar ein fyrimun í kappingini við onnur lond, sum skulu rinda enn meira í tolli. Eitt nú skulu Noreg, Ísland og ES rinda 15% í tolli á vørum til USA.
##med2##
Tað er enn torført at siga, hvørja ávirkan tollurin hevur havt á føroyskan útflutning til amerikanska marknaðin, sigur Búskaparráðið.