Tað sigur Búskaparráðið í tíðindaskrivi í sambandi við, at Heystfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum í løtuni verður løgd fram.
Virksemið er framvegis stórt
Vøksturin í BTÚ er mettur at vera ávikavist 3,3% í 2024, 2,0% 2025 og 6,1% í 2026 í ársins prísum. Tá BTÚ verður gjørt upp í ársins prísum, hava prísbroytingar stóra ávirkan á úrslitið. Í 2025 er laksaprísurin lækkaður, og tað er við til at toga vøksturin í BTÚ í ársins prísum niður. Virksemið í landinum er tó framvegis stórt, eitt nú eru løngargjaldingarnar øktar við áleið 7%, og framleiðslan í alivinnuni er økt nógv.
Hall í hákonjunkturi
Flestu av konjunkurávísunum geva ábendingar um hákonjunktur og kapasitetstrýst. Starvsfólkatalið er høgt, og arbeiðsloysið á einum sera lágum stigi. Í fleiri vinnugreinum er trupult at finna starvsfólk. Hóast tað, hava kommunurnar og landskassin undirskot. Hallið hjá landskassanum er mett at verða 390 mió. kr. í 2025 og 375 mió. kr. í 2026. Hallið hjá kommunum er mett at verða 240 í 2025. Tilsamans svarar tað til góð 2% av BTÚ í 2025.
Kommunurnar og landið eru sostatt við til at stimbra búskapin, tá ið tey ikki skulu. Tá ið almennu útreiðslurnar til rakstur og íløgur verða øktar í góðum tíðum, verður búskapurin yvirhitaður. Nógvar íløgur verða gjørdar í senn av vinnu, landi og kommunum, og tað elvir til hægri prísir fyri byggiarbeiði. Alt samfelagið rindar fyri yvirhitingina. Vinnan rindar ov høgar prísir, skattaborgarin rindar ov nógv, tí byggiarbeiði hjá tí almenna gerast dýrari enn neyðugt, og húsarhaldini gjalda ov nógv, tí til dømis sethúsabygging dýrkar. Fíggjarpolitikkurin eigur ístaðin at vera konjunkturmótgangandi, tað vil siga, at hann skal tálma í góðum tíðum.
Politikararnir vilja ikki taka ópopulerar avgerðir
Sambært játtanarkarmunum er ætlanin at gera sparitiltøk á 55 mió. kr. í 2026 og 35 mió. kr. eftirfylgjandi ár. Sum skilst er ætlanin at brúka ”plenuklipparan” fyri at spara almennar útreiðslur. Hesin hátturin at spara við at skerja almennar nýtsluútreiðslur yvir ein kamb, ber brá av, at politikararnir ikki gera neyðugar tillagingar, tí teir eru bangnir fyri at taka ópopulerar avgerðir. Politikararnir eiga ístaðin at fremja nýskipanir, sum minka um almennu rakstrarútreiðslurnar bæði í løtuni og frameftir. Til dømis kann sparast við at taka burtur dupultfunktiónur millum almannaverkið og kommunur, og óneyðugar dupultfunktiónur í teimum trimum sjúkrahúsunum. Um tað ikki verður spart, má meira takast inn frá borgarunum og/ella vinnuni.
Tað eru somu skattgjaldarar, sum skulu rinda allar íløgurnar
Politikararnir hava nógvar ætlanir um íløgur. Umráðandi er tó at vera varugur við, at tilfeingið ikki er ótømandi. Meginparturin av almennu íløgunum verða fíggjaðar við skatti og avgjøldum frá borgarunum og vinnuni. Tað eru tí somu skattgjaldarar, sum skulu rinda allar íløgurnar. Givið er, at tað er neyðugt at raðfesta millum íløgurnar, tí tað er ikki ráð til at gera allar samstundis.
Útboðið av bústøðum er ov lítið
Trot á arbeiðsmegi í byggivinnuni, dýrkaður byggikostnaður, avmarkað útboð av byggilendi, umframt at fleiri almennar verkætlanir hava verið settar í verk í senn, hava avmarkað útboðið av nýbygging av bústøðum. Hetta hevur viðvirkað til at trýsta sethúsaprísirnir upp, tá ið eftirspurningurin hevur verið stórur. Búskaparráðið metir tað vera neyðugt, at politiski myndugleikin tekur bústaðartrotið í álvara við at gera sítt til at økja um útboðið av bústøðum og byggilendi til bústaðarbygging.
Búskaparráðið 1 september 2025