lagi 20 minuttir at vísa, hvat tey hava fingið burturúr ársins evni. Síðani skulu tíggju dómarar meta um hvat felag hevur lýst evnið best. Hesir dómarar skulu ikki hava nakað serligt tilknýti til fimleik [...] verður at finna persónar við ymiskum førleikum í fjølbroyttari vinnu. Í Fimleikasambandinum gleðast tey um, at hetta tiltak verður tikið upp aftur í ár aftaná tvey ára steðg. Formaðurin í FFS, Andreas Lamhauge [...] gnaðinum hava higartil bert trý tey størstu feløgini Støkk, HF og Ljósið luttikið. Arbeitt verður fram ímóti at fáa fleiri av teimum nýggju fimleikafeløgunum við, tí henda kappingin er stuttlig og mennandi
Leygardagin vitjaði ÍF føroyameistararnir úr Klaksvík, Mjølnir, og um tað var nakar, sum vísti meistaraspæl í tí dystinum, so var tað ÍF. Teir snøgt sagt hølvaðu Mjølnir av. Serliga vóru tað Pól Gudmundson [...] kemur Jógvan Jacobsen aftur á liðið, men spurningurin er, um tað er nóg mikið hjá Mjølni til at endurvinna meistaraheitið. Kvinnurnar halda fram har tær sleptu Meðan menninir fingu ein sekk frá ÍF, gekk [...] sørvágsliðnum kom til sjóndar í 2. setti. Fleyr førdi 9-6, men SÍ arbeiddi seg upp á 14-13. Fleyr fór fram um aftur 16-15, men at enda vann SÍ hetta spennandi settið 17-16. Nú var aftur javnt í settum, men í
gongd við oljuleiting, so verður talan um heilt onnur viðurskifti og umstøður, enn tað vit hava í dag. Men soleiðis sum støðan er beint í løtuni heldur løgmaður ikki, at tað er so nógv trýst á olju umsitingina [...] løtuni eri eg ikki so frelstur um, hvussu vit skipa alt hetta økið. Spurningurin er bara, nær vit gera tað sigur løgmaður, sum heldur ikki dylur yvir, at tað eru ymiskar meiningar um hesi viðurskiftini [...] Vinnumálastýrinum vil ikki gera viðmerkingar til tað, sum er komið fram um ætlaninar at flyta Vinnumálastýrið oman á Bryggjubakka. Hann vil tó siga so mikið, at tað er sera umráðandi at fáa savnað Vinnumálastýrið
hevur vunnið frama. Tá so landsstýrið legði sítt uppskot fram um fullveldi, vildi hann ikki góðtaka hesa meining, og gróv »lík« sítt um sjálvstýrislóg upp aftur og royndi at blása nýtt lív í tað. Úrslitið [...] At sambandsflokkurin skuldi verða so hart ímóti, høvdu fá roknað við. Tí í fleiri ár hevur hann meylað um eina sjálvstýrislóg, uttan at vit hava fingið nakað at vita um, hvat hon inniheldur. Jú teir siga [...] og kann tað væl eisini vera so. Tí er tað í dag so óskiljandi, hvat hesin flokkur vil, ella hví hann nú hevur fingið kaldar føtur. Flokkurin hevur lagt uppskot sítt fram fleiri ferðir, uttan at tað hevur
kostar tvær mió. krónur, prioriteraður fram um trygdina hjá børnum, sigur Andreas Hvannastein. Við hesum noyðist eg at viðganga, at kommunan tekur bátahylin fram um mannalív, sigur Andreas Hvannastein, [...] útstykkingin fór fram í síni tíð, sluppu fólk ikki at byggja nærri Kaldbak, av tí at tað ikki er loyvt at byggja har jørðin er dyrkað. Sethúsaeigarar noyddust tí at søkja Kaldbaksnevdina um at fáa byggiloyvi [...] kring landið, sum vit eisini hava ábyrgdina av, sigur Henning Jacobsen. Eru 10 ár ikki í so long tíð, at fáa so lítið mál avgreitt? Jú, men vit eiga fleiri vegastubbar, sum hava bíðað í longri tíð tann
hevur annars ætlanir um at fáa aðrar spælarar til felagið til komandi Røddir hava verið frammi um, at liðini í Suðuroynni mugu leggja saman, um teir skulu gera seg galdandi í kappingini um europeisku fótbó [...] spurdu vit UEFA-umboðsmannin, um tað bert var til intertoto-kappingina, tí hon er minni enn hinar kappingarnar, men hann segði, at UEFA er UEFA, og um vøllurin er góðkendur, so er hann góðkendur, sigur R [...] sum tey kalla hann, men hann verður ikki við aftur næsta ár. Sjálvur var hann áhugaður í at halda fram í Royn, men hvalbingar vóru ikki heilt nøgdir við hann, og tí er samstarvið hildið uppat. Royn fyllir
áhugavert hevði verið, um nøkur sjónarmið kundu komið frá handils- og tænastuvinnuni. Hvat siga tey til at minka um peningaumfarið við føstum milliónatali um árið í 15 ár? Tjóðveldisloysnin í nýggjum innpakningi [...] flokkinum, hevur »skippað« orðið tjóðveldi. Í staðin hoyra vit um stigvíst fullveldi, skipaða loysing, suverænitet o.s.fr. Fyri mær at síggja, so er hetta ein roynd at geva einum gomlum ? meira prescist einum [...] Restin eru stig fyri stig loysingarfólk. Summi ótolnari enn onnur. Tað er væl so sjálvsagt, at vit eiga at fáa okkum sjálvstýri so hvørt sum umstøðurnar eru til tað. Eisini er rættuliga vist, at ein stórur
døgum, hevði nógv nýtt um framtíðar bilin at bera. Nógv av hesum nýggja er spennandi á tann hátt, at víst verður eitt design, sum brádliga hevur vunnið hevd, við linjum, sum fyri ikki so langari tíð síðani [...] við Micra, Punto og Polo. Designútgávan, sum víst varð fram, er eitt boð upp á, hvussu bilurin fer at síggja út eftir ár 2000, og helst verður tað so. Eisini Kyxx skal hava pláss til fimm persónar. Endamálið [...] síðani hoyrdu framtíðar dreymum til og - sama er, tá tað snýr seg um elektrónisku finessurnar, sum bilarnir nú eru á tremur við. MPV?ararnir, stórfamiljubilarnir, gerast alsamt fleiri, og her luttekur nú eisini
num í Bretlandi og kunna bretar á annan hátt um Føroyar sum ferðamannaland. Tíverri eru royndirnar hjá okkum í Bretlandi, at tey taka grindadrápið fram um alt annað. Uttan mun til, hvat vit gera, køvir [...] til Føroya. At tey hoyra um Føroyar merkir ikki tað sama sum, at tey fara inn á eina ferðaskrivstovu og bíleggja eina ferð til Føroya. Hetta eru royndirnar hjá Ferðaráðnum og so einfalt er tað. Tíðindafólk [...] Tíðindafólk, sum hyggja at dystunum, tá ið Føroyar spæla uttan mun til, um tað er í Føroyum ella í útlandinum eru ikki áhugað at skriva um Føroyar sum ferðamannaland. Tey eru fyrst og fremst áhugað í fótbólti
áhugaverdi spurningurin er nú, um hetta skal fáa nakrar avleiðingar ella ikki. Undir øllum umstøðum antin so ein avgerð verður tikin - fyri ella ímóti - ella fyri tann skuld als ikki - so verður við hesum statuerað [...] statsrættarserfrøðingum! Antin tað so var danski, norski, svenski, ella onkur annar forsætisráðharri, so hevði hesin verið noyddur at loyst henda ráðharra úr starvi, antin hann so vildi tað ella ikki. Hetta hevði [...] hevði hann gjørt væl vitandi um, at fólkavalda tingið ikki eina løtu hevði himprast við at lagt fram misálitisváttan móti ráðharranum og kanska móti allari stjórnini, um hann ikki sjálvur tók í egnan barm