Fimleikafagnaður í Norðurlandahúsinum

Fimleikur: 7. og 8. november verður Fimleikafagnaður aftur í Norðurlandahúsinum. Hetta tiltak hevur ikki verið síðani 1996, har evnið var at lýsa árini 1930, -60, -90 og 2010. Í ár er evnið stutt, men rúgvusmikið, nevniliga »Áin«

Fimleikafagnaðurin kann samanberast við eitt »fimleikashow«, har fimleikur, ljós, ljóð og tónleikur fellur saman í eina eind. Tó skal dentur fyrst og fremst verða lagdur á tann fimleikaliga partin, meðan ljóðið, ljósið og nýtsla av amboðum koma í aðru røð. Fimleikafagnaðurin er ein kapping, har tað er týdningarmikið at vísa breiddina í feløgunum, og tískil er tað ikki bara teir bestu fimleikararnir, sum kunnu verða við.

Til framførsluna fær hvørt fimleikafelag í mesta lagi 20 minuttir at vísa, hvat tey hava fingið burturúr ársins evni. Síðani skulu tíggju dómarar meta um hvat felag hevur lýst evnið best. Hesir dómarar skulu ikki hava nakað serligt tilknýti til fimleik, men roynt verður at finna persónar við ymiskum førleikum í fjølbroyttari vinnu.

Í Fimleikasambandinum gleðast tey um, at hetta tiltak verður tikið upp aftur í ár aftaná tvey ára steðg. Formaðurin í FFS, Andreas Lamhauge, sigur, at hetta er eitt tiltak, har øll fimleikafeløg í Føroyum hava møguleika at verða við, tí her verður ikki bara dentur lagdur á sjálva fimleikaframførsluna, men eisini hvussu ljóðið, ljósið, heildarmyndin og lýsingin av evninum er samansett.

? Tað eru sjey fimleikafeløg í landinum í dag, men í Fimleikafagnaðinum hava higartil bert trý tey størstu feløgini Støkk, HF og Ljósið luttikið. Arbeitt verður fram ímóti at fáa fleiri av teimum nýggju fimleikafeløgunum við, tí henda kappingin er stuttlig og mennandi fyri feløgini.

? Hetta er eisini eitt tiltak, sum savnar nógvar áskoðarar saman, og tískil hava vit avgjørt at hava tvær sýningar, eina leygarkvøld og eina sunnudag. Dómararnir verða við til báðar sýningarnar, men sunnudagin verður so avgjørt hvat felag hevur lýst ársins evnið »Áin« á besta hátt.