Vinnumálastýrið verður helst verandi í Tinganesi fyribils

Vinnumálastýrið verður helst verandi í Tinganesi í enn eina tíð sigur løgmaður við Sosialin

Jan Müller


Ætlanin at flyta Vinnumálastýrið í bygningarnar á Bryggjubakka verður neyvan til nakað í hesum umfarinum. Í uppskotinum til eykajáttanarlóg fyri 1998 eru settar góðar 5 mill. kr. til nýinnrættan og broytan av hølunum, sum Toll- og Skattadeildin var í áður. Men Fíggjarnevndin tekur ikki undir við uppskotinum frá landsstýrinum og hevur víst málið aftur til landsstýrið. Jørgen Niclasen, fíggjarnevndarformaður sigur, at teir hava viðgjørt málið væl og virðiliga og eru komnir eftir, at landsstýrið eigur at umhugsa tað av nýggjum. Sambart tíðindum í útvarpinum seinastu dagarnar skilst, at tingmenn eru ónøgdir við kostnaðin av broytingum av hølunum á Bryggjubakka, sum fyri stuttari síðani eru broytt og nýinnrættað til Toll og Skatt.


Verandi í Tinganesi

Løgmaður Anfinn Kallsberg sigur í eini viðmerking til málið, at ætlaninar at flyta Vinnumálastýrið á Bryggjubakka hava verið eitt sindur óvissar, eisini áðrenn málið fór í Tingið. -Tað kann gott vera, at talan verður um aðrar flytingar, at tað væl kann henda, at Vinnumálastýrið verður verandi í Tinganesi.

Uppá fyrispurning um tað er møguleiki fyri, at ein partur av Vinnumálastýrinum, te. allur oljuparturin, verður tikin burtur úr og gjørdur til sjálvstøðugt stýri í hølunum á Debesartrøð sigur løgmaður, at hann ivast í, um tíðin beint nú er tann rætta til at stovnseta eitt stýri fyri tey fólkini, sum hava tilknýti til alt oljumálið.

-Í øðrum londum hevur man eitt departement og eitt direktorat. Direktorratið er tað, sum hevur tað nógva samskiftið við oljufeløgini. Koma vit til eina útbjóðing, er so spurningurin, hvussu vit byggja tað upp. Eg haldi vit eiga at taka við í orðaskiftið, um alt skal verða í einum departementi ella vit skulu hava eitt direktorat.

Løgmaður sigur víðari, at verður farið í gongd við oljuleiting, so verður talan um heilt onnur viðurskifti og umstøður, enn tað vit hava í dag. Men soleiðis sum støðan er beint í løtuni heldur løgmaður ikki, at tað er so nógv trýst á olju umsitingina, at tað krevur broytingar her og nú.

-Eg má siga, at eg í løtuni eri eg ikki so frelstur um, hvussu vit skipa alt hetta økið. Spurningurin er bara, nær vit gera tað sigur løgmaður, sum heldur ikki dylur yvir, at tað eru ymiskar meiningar um hesi viðurskiftini.

Sosialurin hevur skilt, at oljumálaráðharrin fegin sær, at hann fær sítt egna oljumálastýri, har tú hevur savnað bæði landsstýrisumsitingina, oljufyrisitingina, Jarðfrøðissavnið oa. , sum hevur tilknýti til ein komandi oljuútvikling.


Umráðandi at vera saman

Arne Poulsen, stjóri í Vinnumálastýrinum vil ikki gera viðmerkingar til tað, sum er komið fram um ætlaninar at flyta Vinnumálastýrið oman á Bryggjubakka.

Hann vil tó siga so mikið, at tað er sera umráðandi at fáa savnað Vinnumálastýrið, sum í dag liggur rættilga spjatt. Uppá fyrispurning um tað hevur stóran týdning, at eitt nú Oljufyrisitingin, sum er ein deild av Vinnumálastýrinum, er í sama høli sum restin av Vinnumálastýrinum sigur Arne Poulsen, at tað er týdningarmikið fyri Vinnumálastýrið at vera saman.

Hvat spurninginum um eitt møguligt sjálvstøðugt oljumálastýri viðvíkur, so hevur Arne Poulsen onga viðmerking til tað. Hann sigur bert, at hetta er ein politisk avgerð.