Tað loysir seg ikki at fylgja landsliðnum

- Enn kenni eg einki dømi um, at ein útlendingur hevur valt at koma til Føroyar at ferðast, tí hann kennir landið frá fótbólti. Og vit verða mett og dømd út frá, hvussu nógv fólk vit megna at fáa til Føroyar, sigur Annika Wardum Joensen.

Spurningurin hevur verið reistur fleiri ferðir fyrr, hví brúka vit ikki frálíka høvið at marknaðarføra ferðamannalandið Føroyar, tá ið landsliðið í fótbólti er á altjóða leikvøllum. Í farnu viku, tá ið Føroyar spældu í Skotlandi og fingu heiðurligt úrslit og nógva umrøðu í útlendskum fjølmiðlum, varð spurningurin aftur reistur, hesa ferð av Jóhan Mortensen, ið er bretskur konsul í Føroyum. Sambært Anniku Wardum Joensen, stjóra í Ferðaráð Føroya, er svarið einfalt.

- Játtanin hjá Ferðaráð Føroya er avmarkað og ikki stór í mun til allar uppgávurnar stovnurin hevur. Tískil mugu vit raðfesta uppgávurnar og vera málrættað í marknaðarføringini. Vit mugu brúka játtanina skilagott, og fara hagar tað loysir seg eftir ferðafólki. Vit hava einfalt ikki orku at fara út alla staðni og í mínum hugaheimi er marknaðarføring ikki at leypa á leistum alla staðni. Enn kenni eg einki dømi um, at ein útlendingur hevur valt at koma til Føroyar at ferðast, tí hann kennir landið frá fótbólti, sigur Annika Wardum Joensen.

- Áskoðararnir, ið koma til ein fótbóltsdyst, har Føroyar spæla, eru ikki møgulig ferðafólk til Føroya. At tey hoyra um Føroyar merkir ikki tað sama sum, at tey fara inn á eina ferðaskrivstovu og bíleggja eina ferð til Føroya. Hetta eru royndirnar hjá Ferðaráðnum og so einfalt er tað. Tíðindafólk, sum hyggja at dystunum, tá ið Føroyar spæla uttan mun til, um tað er í Føroyum ella í útlandinum eru ikki áhugað at skriva um Føroyar sum ferðamannaland. Tey eru fyrst og fremst áhugað í fótbólti.

- Tað loysir seg ikki at vera á staðnum og greiða fólki frá Føroyum, tá ið tað ikki er tað fólk koma eftir. Og vit verða mett og dømd út frá, hvussu nógv fólk vit megna at fáa til Føroyar.


Bretar ikki við sviðusoð

Hóast Ferðaráðið og ferðavinnan í Føroyum ikki vóru á staðnum, tá ið fótbóltslandsliðið spældi í Skotlandi í farnu viku, gera hesi sølufremjandi tiltøk á bretska meginlandinum, ið hava til endamáls at fáa bretar til Føroya.

- Vit taka lut á ferðavinnustevnum í Bretlandi og kunna bretar á annan hátt um Føroyar sum ferðamannaland. Tíverri eru royndirnar hjá okkum í Bretlandi, at tey taka grindadrápið fram um alt annað. Uttan mun til, hvat vit gera, køvir grindadrápið altíð umrøðuna, sigur Annika Wardum Joensen.

Høvuðsmálbólkurin hjá Ferðaráð Føroya eru fólk í aldrinum 40-60 ár, sum eru væl lærd, eiga eitt sindur av pengum og sum hava áhuga fyri náttúru og mentan. Og tað er ikki samanfallandi við fótbóltsáskoðarar.