sigur seg hava staðið í málinum í hondbólti, men tað er eisini tað nærmasta, hann kom støðuni, sum hon var leygardagin. Tá Magni Hentze noyddist út, var Óli Johannesen longu farin sama veg. Út fyri tvey [...] Sevmýri. TB hevði annars staðið seg væl móti toftamonnum í fyrra hálvleiki. Men tað var B68, ið fekk einasta málið, sum kom fyrstu 45 minuttirnar. Magni Hentze vardi fyri einum skoti, men bólturin fór út [...] áðrenn Ingi Hansen við tveimum málum slóg sigurin fastan. 5-0 á Tvøroyri er eitt gott úrslit fyri øll lið, og fyri B68 merkti tað, at teir aftur eru heilt uppi millum tey ovastu. Petur Simonsen, venjari hjá
spældu seg ikki til so nógvar upplagdar kjansir kortini. Nakað av vindi var, og VB spældi undan vindinum í fyrra hálvleiki. Tað var eisini VB sum hevði teir betru møguleikarnar, og teir løgdu seg eisini [...] spældir. Og tað var sum ikki eina ferð Jón Pauli Olsen, sum syrgdi fyri tí. Hann og Dan Djurhuus spældu væl saman við høvdunum framman fyri Sumba-málinum, og Jón Pauli varð maðurin, sum fekk seinastu pannuna [...] í roynd og veru var VB nærri 2-0 enn Sumba var 1-1. VB hevði undanvind, tá Magni Magnussen royndi seg við frísparki úr 40 metra fjarstøðu. Høgri vongbakkurin hjá vágbingum hevur eitt gott skot, og tað
Fyri trimum vikum síðani legði nevndin í Vágs Bóltfelag fíggjarstøðuna hjá felagnum fram fyri virknu limunum. Nevndin metti fíggjarstøðuna at vera hættisliga, og tiltøk máttu setast í verk fyri at varðveita [...] at gera nýggjar sáttmálar við teir báðar jugoslavarnar Milan Milanovic og Milan Culjic. Tað vísti seg, at Culjic ? eisini nevndur »Kulio« ? var áhugaður í at halda fram í felagnum árið út. Hinvegin vildi [...] at eftir 4. juli er Milan Milanovic hvørki venjari ella spælari í VB meir. Tað er sjálvandi spell fyri vágbingar, at teir missa Milanovic, sum hevur verið ein góður styrkur á liðnum, umframt at framgongdin
verða kallað fram fyri Gud, er tað hann, sum talar okkara søk. ? Uppgávan er at boða henda Jesus og at vera trúgvur í hesi tænastuni. Lisið úr Skriftini Hans Eiler gav lyfti um at halda seg til henda boðskapin [...] handfara sakramentini, at hava umsorgan fyri kirkjuliðinum og at virka samsvarandi Guds Orði og teimum kirkjuligu fyriskipanunum. Orð úr Skriftini vórðu eisini lisin fyri Hans Eileri. Prestarnir Niels Pauli [...] velur út, tað er Guds sigur, sum skal boðast. ? Ein kristin gudstænasta er at takka Gudi, sum valdi fyri okkum - hann, sum valdi hóast okkum. Tað skal boðastm at ikki er frelsa í nøkrum øðrum navni. Sannleikin
men so líðandi komu leirvíkingar fyri seg, og teir høvdu eisini nakrar vandamiklar málmøguleikar. Eitt korter var farið av seinna hálvleiki, tá ið HB aftur legði seg á odda. Havnarmenninir høvdu havt [...] miðjum vølli, bríkslar, og til stóra undran fyri leikararnar á báðum liðum peikar hann á brotssparksblettin og sigur, at tað er brotsspark til LÍF. Hvat hann dømdi fyri, veit eingin at siga, men Jonhard Høgnesen [...] gjørdi ein leirvíkingur fríspark móti unga HB-málverjanum, Danny Rasmussen, og Danny kom so mikið illa fyri, at neyðugt var at skifta hann út. Tískil noyddist verjuleikarin Hans Andreas Dahl at verja HB-málið
sær sjálvum fyri, at teir ikki ognaðu sær øll trý stigini. FS Vágar legði harðligani til brots. Fyrsta hálva tíman var bólturin fyri ein stóran part á B36-hálvuni, men tað var ikki fyrr enn fyri hálvleikur [...] minkaði um munin til 1-2. Stutt fyri hálvleik var B36 í álopi, og hesaferð var tað Finn Mørk, sum slapp inn um FS-Vágar verjuna, og hann javnaði til 2-2. Seinni hálvleikur var fyri tað mesta spæl upp á eitt [...] hálvleik, og tað var enn einaferð Rodmund Rasmussen, sum var upp á spæl. Ein høgur bóltur datt niður fyri føturnar á Rodmundi inni í brotsteiginum, og hann var skjótur at seta bóltin í málið, og so vóru
Niðurflytarnir B71 tykjast at verða komnir fyri seg, eftir at teir annars høvdu fingið eina heldur slaka byrjan upp á kappingarárið. Leygardagin høvdu teir vitjan av EB/Streymi, og tað var ongantíð nakar
staðið seg higartil í kappingini, og tey flestu væntaðu helst, at klaksvíkingar fóru at vinna stevnudystin, men so varð ikki. Fyrri hálvleikur av dystinum var rættiliga javnur. Bæði liðini spældu seg fram [...] miðjan seinna hálvleik minkaði um munin fyri klaksvíkingar, so bleiv ongantíð spenningur aftur í dystinum, tí løtu seinni økti Harry Knudsen aftur um leiðsluna fyri runavíkingar, sum sostatt vunnu dystin [...] fram til nakrar góðar málmøguleikar, men bert eitt mál spurdist burturúr fyri steðgin. Hetta málið fingu runavíkingar, tá fyrri hálvleikur var nærum hálvrunnin, og tað var Dagfinn Olsen, sum skeyt tað málið
eru teir fyri sovítt framvegis ? hevði sín ringasta dag higartil í landskappingini og tapti 4-0 í Gundadali í einum oddadysti, sum ongantíð bleiv til tað, áskoðararnir høvdu roknað við. NSÍ tók seg upp á [...] døgum, og um fuglfirðingar ikki skjótt lata seg í vinnaraskógvarnar, kann tað enda við 2. deildarfótbólti í 1999. GÍ fekk trý hart tiltrongd stig og tók seg upp úr botninum. Men tað er enn langt eftir [...] hugsa um, tí tá trína teir inn á europeiska leikpallin í Hvalba. Sunnudagin vann VB 2-0 á Sumba, og fyri sumbingar merkti ósigurin, at GÍ yvirhálaði teir á stigatalvuni. B68 er framvegis væl við í kappingini
grein í blaðnum vísir á, at politikararnir skulu ikki leggja seg út í vinnuna og sipar her til, hvar ein oljuútgerðarhavn skal liggja - fyri síðani í somu samrøðu at siga, at Havnin í dag eigur ongan góðan [...] ikki skulu blanda seg uppí. Hetta hongur ikki saman. Gerið landspartakanningar Páll Vang vísir síðani til tað, sum landsbankastjórin segði herfyri um, at tað skjótt fór at verða brúk fyri at innflyta fremmanda [...] ongar forðingar verða lagdur í vegin fyri at leggja oljuhavnina á Drelnesi. Annars endar alt púra galið. Páll Vang vísir á, at sambart serfrøðingum er bert brúk fyri eini oljuhavn í Føroyum, og nú tá S