Samstundis sum tosað verður um, at øl og vín átti at verið selt í handlum í Føroyum, er uppskot frammi í Íslandi um, at “Ríkið” har skal missa einkarrættin at selja sterkt. Tey, ið eru ímóti uppskotinum [...] vísa á, at tað vildi verið ein hóttan ímóti bæði vælferð og almennari heilsu í Íslandi. Millum annað hevur ein minniluti í løgmálanevndini hjá Altinginum arbeitt hart ímóti, at einkarrætturin skal verða [...] verða tikin av, so rúsdrekka kann seljast aðrastaðni enn hjá einkarsøluni. Minnilutin í nevndini vísir á, at bæði serfrøðingar, heilsufelagsskapir og áhugafeløg eisini ávara ímóti at taka av einkarrættin
krónur. Tað er ein virðisøking á 780 prosent. Tað skrivar norski keypskálin í tíðindaskrivi, nú tey eru á sjarmuferð í Føroyum í eini roynd at fáa fleiri føroyskt feløg at skráseta seg á keypskálanum. Harumframt [...] á norska keypskálanum hevur verið mest at líkna við eitt ævintýr. Síðani felagið í 2010 varð skrásett á keypskálanum í Oslo er marknaðarvirðið á felagnum hækkað úr 1,7 milliardir norskar krónur til 14 [...] hetta tíðarskeiðið hevur rindað 1,4 milliardir norskar krónur í vinningsbýti til partaeigararnar Tá tað verður lagt aftrat virðisøkingini í partabrøvum, so vísir norski keypskálin á, at talan er um nýggj
Fyri løtu síðani byrjaði fyrra semifinalan í Eurovision sangkappingini ella Melodi Grand Prix, sum vit vanliga kalla tað her í Føroyum Tvey norðurlond eru við í fyrru semifinaluni. Finland byrjaði ballið [...] Sandja sang sangin Sing It Away. Seinni í kvøld skal íslendska Gréta Salóme á pallin. Hon syngur sangin Hear Them Calling. Hini londini, sum luttaka í kvøld eru í rættari raðfylgju, Grikkaland, Moldova [...] og Malta. Harumframt luttaka Frankaríki, Spania og Svøríki, tó at tey longu eru tryggjaði luttøku í finaluni leygarkvøldið. Seinna semifinalan, har bæði Danmark og Noreg luttaka, verður hóskvøldið klokkan
Festivalinum í august. Punjab hevur seinastu árini sett veruligt lív í føroyskan tónleik. Bólkurin spælir alternativan funk-rock við jazzíblástri og er nakað heilt fyri seg á tónleikapallinum í Føroyum. Bólkurin [...] Bólkurin Punjab var stovnaður í 2012, og í fjør góvu teir fyrstu útgávuna, The Flying Elephant, út. Teir hava eisini gjørt vart við seg við framførslum á størri og smærri tiltøkum og konsertum kring landið [...] tónleik. Nú er tíðin komin, at Punjab vitjar landsins størsta tónleikatiltak, og í august mánaði fer Punjab at seta lív í stóra tjaldið á Summar Festivalinum.
eum vitjar í Føroyum í hesum døgum. Skipið verður partur av Víkingadøgum í Hovi um vikuskiftið. Klokkan var farin av 17, tá víkingaskipið, ið ikki er av teimum størstu, legði frá bryggju í Vági, og kósin [...] Manningin, eini 17 - 18 í tali, settist við árarnar, og einu løtuni royndu tey eisini seglið, men nærum ongin vindur er, so manningin settist aftur við árarnar. Umborð eru danir frá savninum í Roskilde, men eisini [...] eisini vágbingar, ið hjálpa til við at rógva skipið til Hovs. Onkur av gomlu grindabátunum í Vági sást fylgja Helga Ask út eftir Vagsfirði. Pláss er fyri 26 fólkum við árarnar umborð á Helge Ask. Skipið
Lítla ítróttargreinin borðtennis hevur tað ikki gott í Føroyum. Til eina kapping leygardagin vóru einans 28 luttakarar, og tað er tað lægsta luttakaratalið í eini 35 ár. - Lækkandi luttakaratalið boðar týðiliga [...] ið ikki skal lækka meir, tí annars doyr borðtennisítróttin í Tórshavnar kommunu, sigur Peter H. Niclasen, formaður í borðtennisfelagnum Tór í Havn. Tað eru umstøðurnar og serliga ein manglandi borðtennishøll [...] borðtennishøll, sum ger, at áhugin er lítil og at felagið ikki fær hýst fleiri leikarum. Í Sosialinum, sum kom út í dag, er drúgv samrøða við Peter H. Niclasen, har hann eitt nú greiðir frá hvussu ofta teir hava
sum millum annað sang stórhittið Touch Me í 80'unum, verður í ár at hoyra á Voxbotn í Tórshavn. Í hesum sambandi hevði Rás 2 eina longri samrøðu við hana í gjár. Í samrøðuni sigur hon, at hon gleðir seg at [...] at koma til Føroya, at vinfólk hennara vitjaðu í Føroyum, tá sólarmyrkingin var, og at hon hevur hoyrt nógv gott um Føroyar. Hon undrast á, at tað ber til at hava eina so lítla tjóð, við undir 50.000 íbúgvum
Eysturkommunu og forkvinna í Mentanarnevndini, varatingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Haraftrat er Hanna franskur konsul í Føroyum. Hanna Jensen endaði nummar trý á listanum hjá Framsókn við [...] útbúgvin M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum. Hon starvast sum studentaskúlalærari og er eisini lestrarvegleiðari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy. Hanna Jensen er býráðslimur í Eysturkommunu [...] tingi seinastu fýra árini, sum varakvinna hjá Pouli Michelsen og Janusi Rein, tað tíð hann enn var í Framsókn.
hevur verið í føroyskum skaldsøgum. Treytirnar fyri at vera við í kappingini, vóru, at talan skuldi vera um samtíðarskaldsøgu, har hendingarnar í høvuðsheitinum skuldi fara fram í Føroyum. Í dómsnevndini [...] - Vit eru væl nøgd, tí vit hava saknað føroyskar skaldsøgur. Tað sigur Kári Árting, formaður í Bókhandlarafelagnum. Felagið hevur skipað fyri eini skaldsøgukapping, og nú kappingin er liðug, er greitt [...] Skarði, Pætur M. Dahl, Eilen Anthoniussen og Marna Jacobsen og vinnarin verður kunngjørdur á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum 21. og 22. november. Trýst á pílin undir myndini og hoyr Kára Árting greiða frá,
verður turt og sólglottar í dag, so verður tað regn av og á í morgin, okkurt æli sunnudagin og aftur turt og sólglottar eftir vikuskiftið. Hitin í dag verður millum 12 og 15 stig, í morgin millum 10 og 13 [...] Ilt er at lata seg í eftir veðrinum í Føroyum, tí tað kann skifta sera skjótt. Hetta vikuskifti verður eitt av teimum, har torført kann vera at vita, júst hvussu veðrið fer at vera, sigur Petur Skeel Jacobsen [...] 13 stig, sunnudagin millum 9 og 12 stig og í komandi viku millum 9 og 13 stig.