Kári er væl nøgdur

Vinnarin, sum fær 50.000 krónur, verður kunngjørdur síðst í november

- Vit eru væl nøgd, tí vit hava saknað føroyskar skaldsøgur.

Tað sigur Kári Árting, formaður í Bókhandlarafelagnum.

Felagið hevur skipað fyri eini skaldsøgukapping, og nú kappingin er liðug, er greitt, at sjey handrit komu inn. Og tað eru tey vælnøgd við, tí tey siga, at saknur hevur verið í føroyskum skaldsøgum.

 

Treytirnar fyri at vera við í kappingini, vóru,  at talan skuldi vera um samtíðarskaldsøgu, har hendingarnar í høvuðsheitinum skuldi fara fram í Føroyum.

 

Í dómsnevndini sita Bergur D. Hansen, Bergljót av Skarði, Pætur M. Dahl, Eilen Anthoniussen og Marna Jacobsen og vinnarin verður kunngjørdur á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum 21. og 22. november.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Kára Árting greiða frá, eitt nú nær vinnarasøgan, og kanska onnur, verða givnar út